Vísindi: Meiningakanningar eru álítandi

Seinastu árini hava meingakanningar havt nógvan mótvind. Serliga var tað, tá Donald Trump vann amerikanska forsetavalið í...

Elisa Vang
13. mars 2018 kl. 14:13

Seinastu árini hava meingakanningar havt nógvan mótvind. Serliga var tað, tá Donald Trump vann amerikanska forsetavalið í 2016 og BREXIT í 2015, sum vóru orsøkirnar til at meiningakanningar ikki kundu gera forsagnir um valúrslit longur.


Men ákærurnar halda ikki. 


Ta niðurstøðuna kom ein umfatandi kanning av meiningakanningum fram til. Tiknar við í kanningina vórðu yvir 30.000 meingakanningar í 45 londum til frá 1942 til 2017. Tað skrivar Videnskab.dk á heimasíðu sína.


Í miðal raka meiningakanningar bara umleið tvey prosentstig við síðunar av málinum. Tað hevur verið rættiliga støðugt í mong áratíggju, men seinastu áratíggjuni eru meiningakanningarnar vorðnar enn meira neyvar.


"Hóast atfinningum mótvegis meiningakanningum, eru eingi prógv fyri, at tær eru óneyvari enn fyrr. Meiningakanningar eru ikki perfektar, men tær eru meira neyvar, enn leysatíðindi vilja vera við", sigur professari á University of Southampton, Will Jennings.


Will Jennings er høvuðsrithøvundur í kanningini, sum tíðargreinin, Nature Human Behaviour, hevur givið út.


Danskar meiningakaningar eru vorðnar betri 

Heldur enn at fokusera á einstakar meiningakannningar hava granskararnir kannað miðalið av øllum tøkum meiningakanningum frá 200 døgum áðrenn eitt val og fram til valdagin.


Einstakar kanningar kunnu raka sera skeivt, men um mann fokuserar á miðalið, leggja kanningarnar seg tætt upp at valúrslitunum.

 
Hetta ger seg eisini galdandi í Danmark, sum er við í kanningini. Sambært Will Jennings raktu donsku meiningakanningarnar í miðal 1,8 prosenstig við síðurnar av í samband við fólkatingsvalið í 2001 og 1,2 prosentstig við síðurnar av í 2015.


Í 70´unum og 80´unum var lýtisjaðarin umleið 3 prosenstig.


Munur á forsetavali og parlamentsvali

Kanningin vísir eisini, at meiningakanningar sum heild gera betri forsagnir um parlamentsval enn forsetaval. Og í samband við parlamentsval gerst tað fyrr greitt, hvat veljararnir velja.


Sambært Will Jennings kann hetta skyldast, at veljarar eru meira lýdnir mótvegis politiskum flokkum, enn teir eru mótvegis forsetavalevnum - sum tí ger útsvingini minni.


Tó so gerast meiningakanningar alsamt neyvari, tættarai mann kemur einum valdegi - bæði fyri parlamentsval og forsetaval.

 

 Lesið meira HER