Hóast svartideyði gjørdi í 1347-1352 av við triðingin av fólkinum í Evropa, so hevur tað ikki eydnast at finna útav, hvar úr Asia deyðiliga farsóttin kom frá. Men nú hava granskarar kanska funnið fram til, hvar farsóttin byrjaði.
Tað skrivar BBC.
Nú eru greiðar ábendingar um, at herviliga umfarssjúkan helst hevur tikið seg upp í Kirgistan, sum liggur í Miðasia, í 1330-unum.
Eitt lið av granskarum frá lærda háskúlanum í Stirling í Skotlandi hava, saman við týska Max Planck Institute og Universität Tübingen, greinað elligamlar tenn frá beinagrindum frá tveimum kirkjugørðum nærhendis Issuk Kul-vatninum í Kirgistan, ið kann vísa seg at vera loysnin til ein av heilt stóru gátunum, ið hevur verið seinastu 600 árini.
Orsøkin, hví júst hetta staðið varð valt út til víðari kanning, var, at granskararnir funnu útav, at talið av jarðarferðum øktist týðiliga í økinum í 1338 og í 1339.
Samanlagt vórðu DNA-royndir úr tonnum frá sjey beinagrindum kannaði, og her funnu granskararnir fram til pestbakteriuna, Yersinia pestis, í trimum beinagrindum.
Av tí, at tað bert vóru sjey stakroyndirnar – frá sjey beinagrindum – so skulu fleiri kanningar gerast, áðrenn tað ber til at koma við endaligu niðurstøðuni, at svartideyði kom úr Kirgistan.
Sóttin, ið herjaði javnan til nakað inn í 1700-talið.
(Kort yvir Kirgistan í Miðasia, har kirkjugarðarnir eru merktir við lilla. Kort: Maria A. Spyrou et al)
svartideyði í Føroyum
Hans Andrias Sølvará skrivar millum annað soleiðis um svartadeyða úr føroysku sóttarsøguni:
“Í Føroyum vita bert sagnir at siga frá, at svartideyði herjaði, men íslendskar annalir frá samtíðini upplýsa, at svartideyði kom til Føroyar í 1349 við manningini á einum skipi úr Bergen. Í Noregi gjørdi Svarti Deyði av við umleið helvtina av norska fólkinum og hevði stórar mentanarligar og politiskar fylgjur. Tann politiska og mentanarberandi stættin í Noregi varð nærum útruddað og Noreg kom millum annað av hesum saman við Føroyum, Íslandi og Grønlandi undir danskt vald í 1380 og danska mentanarliga ávirkanin gjørdist serstakliga stór.
Fyrisitingin av Noregs ríki varð við tíðini flutt til Keypmannahavnar og danskt gjørdist eins og í Føroyum fyrisitingar- og kirkjumál í Noregi. Í Íslandi, har íslendskt skriftmál yvirlivdi, herjaði svartideyði ikki í 1347-1352, men sóttin kom í 1402, tá hon eisini herjaði aðrastaðni, til Íslands og elvdi eisini har til stóran skaða.
Í Føroyum vita sagnir eisini at siga frá, at nógv fólk doyðu. Í Hundabrævinum, eini løgtingsfyriskipan frá 1350-1400 um, hvussu nógvir hundar kundu vera í hvørjari bygd/býlingi í Føroyum, sæst, at fleiri bygdir, sum eru nevndar í Føroyingasøgu frá uml. 1220, ikki eru nevndar. Heldur ikki eru allar bygdir, sum vit frá fornfrøði vita hava verið búsettar longu í víkingatíðini, nevndar í Hundabrævinum. T.d. er eingin búseting í núverandi Klaksvík at síggja í Hundabrævinum, hóast vit vita frá fornfrøðiligum rannsóknum, at búseting hevur verið har í víkingatíðini. Tað bendir á, at svartideyði helst hevur verið ein stór vanlukka í Føroyum.
Læknavísindin hevði nærum eingi góð ráð at geva, men fólk vistu, at tey skuldu halda seg burtur frá teimum sjúku. Frásagnir aðrastaðnifrá vita at siga, at tey sjúku vóru slept uppá fjall og allar hjálparskipanir sviku”.
Kelda: videnskab.dk og Hans Andrias Sølvará