Ein ravtøknilig flís í heilanum kann stimbra minnið, vísir ein nýggj kanning. Í framtíðini fara læknar at brúka heilaimplantatir til at stimbra okkara sjón, okkara rørslu, og beinleiðis til at lekja demens, tað skrivar Illustreret Videnskab á heimasíðu sína.
Fyri fyrstu ferð nakrantíð, hava granskarar styrkt menniskjaminnið við heilaflísuni.
Granskarar frá universitetinum í Suðurkalifornia í USA hava ment eina ravtøkniliga flís, sum stimbrar ávísir partar av heilanum, og har við styrkir flísin minnið.
Flísin hevur betrað um minnið hjá royndarfólkunum upp móti 30 prosentum.
Granskararnir skurðísettu flísina hjá 20 sjálvbodnum fólkum og skrásettu síðani heilavirksemið, ímeðan tey gjørdu minnisvenjingar.
Í øðrum partinum av kanningini sendi flísin ravmagnsdrivin signal til tey økini, sum vóru aktiv undir venjingunum, og tað var í hesum umfarinum, at granskararnir máldu positivu ávirkanina, flísin hevði á minnið hjá royndarfólkunum.
Sambært granskarunum, eftirlíknar flísin tær mannagongdir, sum natúrliga henda í minnissentrinum, hippocampus, tá vit skulu minnast til eitthvørt.
Flísin verður ein týðandi partur av viðgerðini av sjúklingum, ið líða av alzheimer ella minnisloysi, halda granskararnir.
Børn við innlæringstrupulleikum fáa eisini gagn av implantatinum.
Granskingarbólkurin handan flísina heldur haraftrat, at tøknin kann víðkast til eisini at styrkja aðrar funktiónir, sum verða stýrdar av heilanum - eitt nú sjónina og rørslurnar.