Endamálið við granskingini var at finna arvaligan mun millum fýra sildastovnar, ið ávikavist gýta í føroyskum (føroysk heystgýtandi sild), íslendskum (íslendsk summargýtandi sild), norskum (norðhavssild) og hetlendskum (norðsjóvarsild) sjógvi. Úrslitini vístu, at allir hesir stovnar eru arvafrøðiligar eindir (populatiónir), men tann føroyski og tann íslendski stovnurin líkjast sera nógv hvør øðrum, men eru arvaliga ólíkir hinum báðum stovnunum.
Eitt úrval av arvafrøðiligum frábrigdum, kallað "SNP-panel", var brúkt til at áseta hvørjum stovni ein sild kemur úr. Hetta panelið var síðani roynt á sild og kundi neyvt áseta, um sildin var norðhavssild ella norðsjóvarsild, men tað var truplari at síggja mun á føroysku og íslendsku sildini. Tá íslendska og føroyska sildin varð løgd í sama bólk, kundi ásetast við 89% neyvleika, hvørjum av teimum trimum bólkunum (norðhavssild, norðsjóvarsild ella føroysk/íslendsk sild) ein sild var úr. Hesi úrslitini kunnu væntandi við tíðini nýtast í stovnsumsiting av sild og skipan av burðardyggum sildafiskiskapi við Føroyar.
Viðhøvundar í greinini eru Svein-Ole Mikalsen (Fróðskaparsetur Føroya), Eydna í Homrum (Havstovan), Jan Arge Jacobsen (Havstovan), Thomas Als (Aarhus Universitet), Hannes Gislason (Fróðskaparsetur Føroya), Paul Flicek (EMBL-EBI), Einar Nielsen (DTU-Aqua), og Hans Atli Dahl (Amplexa Genetics).
Les greinina í fullari longd her.
Arbeiðið, ið er lýst í greinini, er partur av ph.d-verkætlan hjá Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu, sum hon vardi í mai 2020. Í verkætlanini hugdi hon nærri at lívfrøðini hjá sild við at brúka arvafrøðilig háttaløg. Henda verkætlan hevur verið við til at skapa grundarlag fyri slíkari gransking í Føroyum.
Stuðlað verkætlanini hava Granskingarráðið, Fiskivinnuroyndir, Statoil Føroyar, Felagið Nótaskip og Innovationsfonden.
Kelda: Brynhild Thomsen/setur.fo