Sunnudagin fer Tjóðpallurin aftur at vísa barnaleikin, Og Mamma.
Leikurin, sum tann løgna hanan, Morgunfríð, varð eisini vístur í vár, men nú verður hann so tikin upp aftur fyri teimum, sum ikki lukkaðust at hyggja at honum í vár, og teimum, sum hava hug at síggja hann aftur.
Nógv kenna bøkurnar, Og mamma, og, 1-1-2 Fuglafjørður, sum Elin á Rógvi skrivaði.
Fyrr í ár vórðu báðar bøkurnar um tann sermerkta hanan, Morgunfríða, gjørdar til leik, og leikurin varð spældur fyri fullum húsum á Tjóðpallinum!
Leikurin er um tann heldur sjáldsama hanan, Morgunfríða, sum brádliga býr á grasplenuni hjá Torkili og Almu.
Morgunfríði gongur í reyðum smekkubuksum og dugir at tosa - og so elvir hann til eina rúgvu av missskiljingum og tvørleikum.
Torkil og Alma eru góð við ommusynirnar, Paula og Viggo, men eftir at hava verið barnagenta í fleiri dagar - og nætur - er tað ikki so galið við einum vikuskifti í Fuglafjørði - púra einsamøll.
Men tað gongur ikki altíð sum ætlað - serliga tá man eigur ein hana sum Morgunfríða.
Hetta er ein skemtiligur leikur við eini rúgvu av missskiljingum og hann er hóskandi fyri børn niður í trý ár.
Niðan fyri eru nakrar myndir frá leikinum