Virksemið er farið niður í botn

Men løgmaður sigur, at tað var meiningin og tí kemur tað ikki óvart á hann

Áki Bertholdsen
21. desember 2023 kl. 12:32

Síðani føroyskar havnir vórðu stongdar fyri russiskum skipum, er hetta slagi av virksemi, farið heilt í botn. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. Beinir Johannesen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur spurt hann, hvørjar avleiðingar tað hevur havt at russisk skip ikki sleppa inn í føroyska havn.

Tað eru bara russisk skip, sum fiska av føroyskari kvotu, sum sleppa í Havn av umskipa, umframt at proviantera.

Løgmaður sigur frá Vørn, at frá 12. juli til 4. desembur í fjør, vóru rusisk skip 97 ferðir í føroyskari havn og umskipaðu, ella uppskipaðu.

Í sama tíðarskeiði í ár hava russisk skip skip verið fýra í føroyskari havn og umskipa, ella uppskipa fisk.

Harumframt hava russisk skip, sama tíðarskeið í ár, verið 18 ferðir við bryggju í øðrum ørindum. Ørindini hava verið at bunkra brennievni, umframt at taka vatn og proviant, og aðra útgerð. Í einum føri kom eitt skip inn við einum av manningini, ið var vorðin sjúkur og tørvaði læknahjálp.

– Ætlanin við havnastongslinum var júst at skerja russiska virksemið í Føroyum og tí koma hesa tøl ikki óvart á, sigur løgmaður.

Hann sigur, at sum væntað ávirkar hetta virksemið í havnunum og hjá teimum fyritøkum, ið hava selt hesum skipum vørur og tænastur. Men akkurát hvussu stórur missurin er, er trupult at meta um.

Hinvegin verður arbeitt við at endurnýggja strandferðsluflotan. Talan er um 4-5 nýggj skip, ið skulu byggjast næstu árini.

Tríggjar milliónir eru játtaðar í ár til at prosjektera skip til Kalsoyarleiðina, sum síðani skal byggjast í 2025.

Endamálið hjá landsstýrinum er, at hesar ferjur, í størst møguligan mun, skulu byggjast í Føroyum, soleiðis at føroyskir tænastuveitarar kunnu verða partur av verkætlanunum.

Hetta fer væntandi at vera eitt íkast til fyritøkur, sum eru ávirkaðar av havnastongslinum, sigur løgmaður.