Virkið Heyst verður í komandi viku

Klaksvíkar kommuna er samstarvspartur hjá ABC fyri sálarheilsu, og tí er eitt av endamálunum við Virkið Vár og Virkið Heyst at varpa ljós á burðardygg tiltøk, sum eru heilsu- og umhvørvisfremjandi

klaksvík.fo
17. september 2024 kl. 23:55

Virkið Heyst verður í døgunum 23. - 29. sep. Tá verður býurin karmur um størri og smærri tiltøk, sum seta sjóneyku á mentan, umhvørvið, og kropsliga & sálarliga heilsu.

Skráin sæst her: Virkið Heyst 2024

Seinastu árini hevur kommunan samstarva væl við áhugafeløg, einstaklingar og fyritøkur, tá ið skipað hevur verið fyri Virkið Vár og Virkið Heyst. Bæði tá ið talan hevur verið um afturvendandi tiltøk, men eisini tá ið nýggj hugskot hava verið ment.

Klaksvíkar kommuna er samstarvspartur hjá ABC fyri sálarheilsu, og tí er eitt av endamálunum við Virkið Vár og Virkið Heyst at varpa ljós á burðardygg tiltøk, sum eru heilsu- og umhvørvisfremjandi. Við góðum íkasti frá áhugafeløgum, einstaklingum og fyritøkum, kunnu vit aftur í ár bjóða eina fjølbroytt skrá, har okkurt er til allar aldursbólkar.