Ongi úrslit

Virkið Filmhús á Vestaru Bryggju

Síðani Filmshúsið lat dyrnar upp á fyrsta sinni er nógv virksemi sett í verk og fleiri fólk eru løgst afturat filmsvinnuni

Tíðindaskriv
23. oktober 2021 kl. 14:35

Ætlanin var, at Filmshúsið bæði skuldi standa á odda fyri at førleikamenna filmsumhvørvið, menna filmsgerð, filmsmentan og filmsvinnuna í Føroyum í síni heild.

Tina í Dali Wagnar, ið er dagligur leiðari í Filmshúsinum sigur, at seinastu tíðina hevur Filmshúsið serliga lagt dent á førleikamenning av filmsvinnuni við at skipa fyri skeiðum og fyrilestrum. Talan er um skeið innan allar uppgávur í einari framleiðslu. Afturat hesum verður dentur lagdur á at røkka øðrum yrkisbólkum, eitt nú rithøvundum, teknikarum og sjónleikarum tó altíð í samstarvi við filmsfólkunum.

Síðani Filmshúsið varð sett á stovn, eru fleiri fyrispurningar komnir uttan úr heimi frá framleiðslufeløgum, ið forvitnast eftir at upptaka í Føroyum. Tina í Dal Wagner hevur tikið stig til eina heimasíðu, har lokalar tænastur og upptøkustøð eru skrásett, umframt kunning um afturberingaskipanina.

Í oktober verður skipað fyri skeiði í leiklistafrøði. Tað er handritahøvundurin Lasse Lyed Rasmussen ið undirvísir. Tina í Dali Wanger greiðir frá, at Lasse L. Rasmussen er útbúgvin handritahøvundur frá Danska Filmsskúlanum og hevur verið partahøvundur á einari rúgvu av sjónvarpssendingum m.a. The Rain, Gidselstagningen, Backstage, Arvingerne og Dicte. Til ber at lesa meira um skeiðið og virksemið sum heild á heimasíðuni hjá filmshúsinum.

Filmshúsið

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Frá veteranum til nýggjar kreftir: Fimm starvsfólk seta dám á Formula

28. sepember kl. 11:31