Virgar og Sigfríður halda fram

Í kvøld varð tað greitt, at venjarin verður tann sami í EB/Streymi, og at Virgar Jónsson eisini í 2025 fer at spæla við barndómsfelagnum

Jóannes Hansen
10. november 2024 kl. 00:12

Tað hevur ligið á ljóði, og nú er tað greitt. Sigfríður S. Clementsen verður eisini í 2025 venjari hjá EB/Streymi, sum nú fer at flyta heimavøll. Besta liðið spældi í ár heimadystirnar við Margáir. Í 2025 verður heimavøllurin í Hólmanum á Eiði.

Fyrri parturin var kappingarárinum var rættiliga trilvandi, úrtøkan var lítil, og EB/Streymur var í stórum vanda fyri at flyta niður. Síðsta triðingin vendi tað heilt. EB/Streymur vann seks dystir og tapti bara ímóti Víkingi, KÍ og HB.

Sigfríður var fyrstu ferð venjari hjá EB/Streymi í 2008, tá ið felagið vann FM og steypafinaluna ella greipuna, og 2009, og so var hann aftur í felagnum í fjør og í ár, og nú er tað greitt, at hann eisini verður venjari í 2025.

Á ársveitsluni í kvøld varð Virgar Jónsson valdur at vera ársins stjørnusko, og tá var kunngjørt, at Virgar Jónsson eisini í 2025 fer at spæla við barndómsfelagnum. Hann var síðsta kappingarár so mikið eyðsýndur, at tosað hevur verið um møguleikan, at hann fór at flyta til eitt av størru feløgunum. Tað fer hann ikki, nú tað greitt, at hann heldur fram í EB/Streymi.

18 ára gamli Virgar Jónsson hevur sambært FaroeSoccer spælt 43 dystir og skorað fýra mál í bestu landskappingini.