Virgar Jónsson saman við Jógvani í Skorini formanni í EB/Streymi
Virgar heldur fram í barndómsfelagnum
17 ára gamli vongverjin verður eisini í 2024 í EB/Streymi
Jóannes Hansen
6. desember 2023 kl. 16:40
Tað hevur ljóðað, at onnur feløg hava víst Virgari Jónsson áhuga, og at tað harvið var møguleiki fyri, at hann fór at skifta felag.
Nú er tað greitt, at Virgar Jónsson eisini í 2024 fer at umboða barndómsfelagið, sum er EB/Streymur.
Tað boðar EB/Streymur frá í dag.
EB/Streymur sigur, at 17 ára gamli eiðismaðurin hevur av álvara víst seg fram í ár. Í sínum 21 dystum í bestu deildini skoraði hann tvey mál og átti av síðuplássinum í vinstru tvey upplegg.
Umframt dystirnar í bestu deildini hevur Virgar Jónsson sambært faroesoccer.com spælt 11 dystir í næstbestu deildini og skotaði eitt mál, og hann var í ár tríggjar ferðir á U19 landsliðnum.