Vinstri-Grøni flokkurin størst undirtøku í veljarakanningum

Íslendingar skulu aftur á val 28. oktobur, eftir at samgongan slitnaði um hálvan septembur

Regin Winther Poulsen
20. oktober 2017 kl. 17:09

Íslendingar skulu aftur á val 28. oktobur, eftir at samgongan slitnaði um hálvan septembur. Tað hevur merkt valstríðið, at politiska skipanin hevur verið óstøðug seinastu árini, men flokkarnir leggja annars dent á vælferðarsamfelagið. Veljarakanningarnar geva samgonguni ein smeit, men stóru tapararnir eru lítlu flokkarnir í samgonguni, meðan Sjálfstæðisflokkurin stendur seg betur


Tá íslendingar fara á val leygardagin 28. oktobur, er tað næstan akkurát eitt ár síðani at val var seinast, tí 29. oktobur í 2016 vóru íslendingar eisini á vali. Bæði í 2016 og 2017 vórðu valini eisini útskrivaði av óvanligum persónsmálum. Í 2016 var grundin sum kunnugt, at íslendski forsætisráðharrin varð nevndur í Panama-skjølunum. Táverandi stjórn valdi at seta val at vera hálvt ár eftir, at forsætisráðharrin av sínum egna flokki varð noyddur at leggja frá sær, men hesa ferð er grundin til samgonguslitið uppaftur margháttligari.

Pápi núverandi forsætisráðharran var blandaður upp í eitt mál um, at ein umsókn var um, at ein maður, sum var dømdur fyri at hava neyðtikið stjúkdóttir sína, skuldi fáa æru sína uppreista. At fáa æru sína uppreista merkir í íslendskari lóggávu, at ein maður kann fáa ávís borgarlig rættindi aftur, sum hann ikki hevur í fimm ár, eftir at hann er leyslatin fyri serliga álvarsom mál. Fyri at fáa æruna uppreista, skal brotsmaðurin hava trý ummælir, og pápi forsætisráðharran, Benedikt Sveinsson, hevði skrivað ummæli fyri mannin. Forsætisráðharrin varð kunnaður um málið stutt undan, at samgongan slitnaði; men Bjørt Framtíð, sum var partur av samgonguni, helt tað vera álitisbrot, at forsætisráðharrin ikki hevði kunnað samstarvsflokkarnar um málið, og tí sleit Bjørt Framtíð samgonguna. Samgongan hevði virkað við minst møguligum meiriluta, og júst Bjørt Framtíð, sum er ein heldur vinstrasinnaður flokkur, fekk frá byrjan nógvar ákoyringar fyri at vera farin í samgongu við Sjálfstæðisflokkin, og veruliga grundin til samgonguslitið var helst, at lítli flokkurin hevði mist ov nógv av samgongusamstarvinum. Men grundin, ið varð brúkt, var heldur undarlig, tí hon snúði seg ikki um nakran politiskan persón, men um pápan hjá forsætisráðharranum.


Hvat snýr valið seg um?

Til fyrsta formansumfarið, sum var 8. oktobur, vóru flokkarnir sum vera man ikki samdir um, hvat valið snúði seg um. Høgravendu flokkarnir tosaðu um fíggjarliga framgongd, ímeðan vinstavendu flokkarnir tosaðu um almannaverkið. Men øll vóru samd um eitt – valið snýr seg um álit og støðugleika. Og hvussu kann valið snúgva seg um annað?

Tað er bert eitt ár síðani, at val var seinast. Av teimum tólv mánaðunum, tók tað tveir mánaðir at skipa samgonguna, sum varð skipað við minst møguligum meiriluta. Samgongan slitnaði um hálvan septembur, og sostatt hevur samgongan í veruleikanum einans sitið í góðar átta mánaðir. Havandi í huga, at tað einans er umleið hálvtannað ár síðani, at fleiri túsund fólk mótmæltu á Eysturvølli í dagavís, tí at táverandi forsætisráðharrin hevði átt í felagi, sum varð nevnt í Panama-skjølunum, er ikki undarligt, at politikkararnir og fólkið ynskja støðugleika. Tað hjálpir kanska heldur ikki uppá støðugleikan og álitið á íslendskan politikk, at núverandi forsætismálaráðharrin hevur verið ákærdur fyri at hava brúkt serliga vitan sum altingsmaður, fyri at sleppa undan tapi fáar dagar undan fíggjarkreppuna í 2008.

Til valið, sum var fyri einum ári síðani, vóru heilsu- og almannamál tey málini, sum fingu mest umrøðu. Fíggjarliga gongur væl í Íslandi, og eins og í Føroyum peika vakstarpílarnir uppeftir, men ónøgd hevur verið við, at brúkaragjøld eru á heilsutænastum, sum serliga vinstravendu flokkarnir vilja avtaka, men allir flokkar leggja dent á vælferðarskipanirnar og sjúkrahúsverkið í sínum valskráum.

(Mynd: Þórsteinn Víglundsson úr Viðreisn og Katrin Jakobsdóttir, leiðari í Vinstra-Grøna flokkinum, í sjónvarpskjaki á Stöð 2 herfyri. Eygleiðarar meta komandi íslendska valið standa millum Katrina Jakobsdóttir og sitandi forsætisráðharran Bjarna Benediktsson. Mynd: EPA/Birgir Þór Harðarson)

Veljarakanningarnar tala sítt greiða mál, og allar geva Vinstra-Grøna flokkinum størstu undirtøkuna, og Sjálfstæðisflokkurin er næstur. Men síðani er líkt til, at ongin annar stórur flokkur verður til hetta valið. Til fyrsta formansumfarið tóktist tað, sum Bjarni Benediktsson royndi at fáa valið at snúgva seg um eitt val ímillum hesar báðar flokkar, tí hann nevndi í síni innleiðing, hvussu ósamdur hann var við Vinstra-Grøna flokkinum. Tá Katrin Jakobsdóttir, forkvinnan í Vinstra-Grøna flokkinum, varð spurd um, hvønn hon vildi skipa samgongu saman við, um hon fekk møguleikan, vildi hon ikki svara greitt, men vísti á Framsóknarflokkin og Samfylkingina sum samstarvspartarnir, sum hon hevði mest til felags við. Tá hon varð spurd, hvørt hon vildi fara í samgongu við Sjálfstæðisflokkinum, vildi hon ikki útiloka nøkrum, men segði allíkavæl, at tað helst vóru teir tveir flokkarnir, sum lógu longst frá hvørjumøðrum. Tí kann endaspurturin í valinum kanska fara at snúgva seg um eitt val ímillum hana og núverandi forsætisráðharran, tí tað fer valla at bera til at skipa nakra samgongu uttanum hesar báðar stóru flokkar.


Gamlir nýggir flokkar detta út – nýggjur kemur inn

Sambært kanning, ið varð kunngjørd av Frettablaðnum 16. oktobur, hevði Vinstri-Grøni flokkurin fingið 27 prosent av atkvøðunum, um val var tá. Flokkurin hevur staðið í støðugum vøkstri síðani valið fyri einum ári síðani, tá flokkurin fekk 16 prosent av atkvøðunum. Ein av grundunum til framgongdina er helst, at forkvinnan í flokkinum er serliga væl umtókt millum fólk. Veljarakanning um, hvønn íslendingar helst vildu hava sum forsætisráðharra, vísti, at 48 prosent vildu hava Katrina Jakobsdóttir sum forsætisráðharra. Tað er 13 prosent meira enn núverandi forsætisráðharrin, Bjarni Benediktsson, sum 35 prosent av teimum spurdu vildu hava sum forsætisráðharra. Kanningin varð gjørd 25. septembur, men ongin nýggj kanning hevur verður gjørd um hetta síðani tá. Vinstri-Grøni flokkurin er systirflokkurin hjá Tjóðveldi í Føroyum.

Sjálfstæðisflokkurin, ið er systirflokkurin hjá Fólkaflokkinum, hevur ligið um 22 prosent síðani valið varð útskrivað, og tað er sjey prosent minni enn til valið í fjør, tá flokkurin fekk 29 prosent. Tað var óvæntað, at flokkurin fekk so nógvar atkvøður seinasta val, sum hann fekk. At flokkurin sambært veljarakanningum hevði fingið eina afturgongd, er tí heldur ikki óvæntað. Tað er vanligt, at flokkar minka eftir at hava sitið við valdið, og tá flokkurin fekk óvanliga nógvar atkvøður seinasta val, er tað næstan sjálvsagt, at flokkurin nú hevur afturgongd.

Næstir teimum báðum flokkunum eru Pirataflokkurin, Samfylkingin og nýggi flokkurin Miðflokkurin. Teir fáa allir umleið tíggju prosent av atkvøðunum. Samfylkingin, sum er sosialdemokratiski flokkurin í Íslandi og sostatt systirflokkur Javnaðarfloksins í Føroyum, fekk einans 5,7 prosent av atkvøðunum seinasta val, og mundi sostatt fallið undir markið fyri at koma á ting, sum er fimm prosent í Íslandi. Ein grund til, at Samfylkingin veksur, er helst tann einfalda, at Bjørt Framtíð, sum hugsjónarliga líkist Samfylkingini nógv, stendur til at missa nógv til valið.

Elsti flokkurin í Íslandi og systirflokkur hjá bæði Sjálvstýri og Sambandsflokkinum í Føroyum, Framsóknarflokkurin, fær einans 7,5 prosent av undirtøkuni í veljarakanningini. Serliga áhugavert við lítli undirtøkuni er, at áðurnevndi nýggi flokkurin, Miðflokkurin, fær meira undirtøku enn Framsóknarflokkurin. Miðflokkurin er nevniliga stovnaður av fyrrverandi formanninum í Framsóknarflokkinum, Sigmundi Dávíð Gunlaugsson, sum er forsætisráðharrin, ið varð nevndur í Panama-skjølunum. Tað ber tí boð um, at fleiri Framsóknarveljarar enn stuðla gamla formanninum, tá Miðflokkurin fær størri undirtøku enn Framsóknarflokkurin, tí ilt er at síggja nakran hugsjónarligan mun á flokkunum.

Síðstir av teimum nevniverdu flokkunum eru Bjørt Framtíð og Viðreisn. Báðir flokkarnir myndaðu samgonguna saman við Sjálfstæðisflokkinum, og líkt er til, at samgongan varð teimum dýr. Flokkarnir fingu minni av sínum málum í samgonguskjalið, tí flokkarnir vóru væl minni enn Sjálfstæðisflokkurin, sum var triðji flokkurin í stjórn.

Viðreisn var akkurát á markinum fyri tingumboðan við 5 prosentum í kanningini 16. oktobur, meðan Bjørt Framtíð lá undir markinum við einans tveimum prosentum. Viðreisn er ein lítil høgravendur flokkur, líkur føroyska Framsókn, meðan Bjørt Framtíð er verri at samanbera við nakran føroyskan flokk.


Nógv kann broytast áðrenn valið

Tað eru enn nakrir dagar til valið, og allir flokkarnir hava eitt nú enn ikki verið í samrøðu hvør sær í RÚV, sum helst er tað staðið, har bestu ábendingarnar um leiðina hjá flokkunum koma fram. Tað skal eisini havast í huga, at Sjálfstæðisflokkurin søguliga ofta fær minni undirtøku í veljarakanningunum enn til valið, meðan søgan júst sigur okkum tað øvugta um vinstravendar flokkar í Íslandi. Tað skal heldur ikki gloymast, at fleiri lítlir flokkar eru, sum hóast teir hava ógvuliga lítlan møguleika at verða valdir á ting, kunnu stjala avgerandi atkvøður frá størru flokkunum, tí markið fyri at verða valdur á ting er heili fimm prosent. Um ein flokkur tí fær fýra prosent, kunnu tað vera dýrar atkvøður hjá flokkum, ið líkjast hesum flokkum og kanska høvdu fingið hesi fýra prosentini.

Valið verður leygardagin 28. oktobur, og um valið verður sum veljarakaningarnar vísa, fer tað at vera áhugavert fylgja við íslendskum politikki. Ongin greið ábending er um samgongumeiriluta, og tí kann tað vera, at ein smøl samgonga verður úrslitið. Hinvegin tykjast flokkarnir samdir um, at støðugleiki má fáast í íslendskan politikk.