Vinnulívið skal hava eina hurð inn í kommuna, og kommunan skal geva skjót svar. Ein Vinnuskiva, júst sum vit hava Snarskivuna, skal tryggja kunning og samskifti millum vinnu og kommunu.
Virkir og fyritøkur skulu ikki setast aftur vegna manglandi pláss og høli.
Árliga tiltakið Vinnuforum skal útbyggjast. Og vit skulu hava regluligar heimleiðslufundir við kunning og práti.
Hugskotið skal styrkjast. Teirra góða virksemi er gott grundarlag at fremja innovatión, nýhugsan og eitt enn meira fjølbroytt vinnulív.
Ferðavinna og upplivingarvinna hava risastórt potentiali fyri kommununa. Hesar vinnur skulu havagóðar umstøður og møguleikar í kommununi.
Tórshavnar kommuna skal vera besta og mest fjølbroytta vinnukommunan í Føroyum. Góðir møguleikar fyri at reka vinnulív skulu vera í allari kommununi.
Og góður vinnupolitikkur er sanniliga eisini góður útbjóðingarpolitikkur.
Kristianna Winther Poulsen, valevni hjá Javnaðarflokkinum til býráðsvalið