Nú má landið seta sær mál fyri tænastustøðið á sjóvegis farleiðunum. Serliga átrokandi er tað á Suðuroyarleiðini.
Tað sigur Vinnuhúsið í eini almennari viðmerking í morgun.
Tey vísa á, at seinnu árini eru stórar samferðsluútbyggingar gjørdar, sum hava bøtt um umstøðurnar hjá føroyskum vinnulívi í sambandi við farmaflutning. Serliga kunnu nevnast íløgurnar í undirsjóvartunlar og havnaútbyggingar.
– Tó hevur Suðuroyggin ikki nøktandi flutningskarmar fyri vinnulívið í oynni, staðfesta tey. Flutningsorkan er ikki nøktandi fyri tað virksemi sum er, og hvaðna minni verður tað nøktandi fyri tær útbyggingarætlanir, sum fyritøkur í Suðuroy hava.
Harumframt er tað eisini ein trupulleiki, at ferðaætlanin verður broytt so ofta og túrar lagdir burtur ímillum.
– Hetta er støðan, hóast ein stórur partur av farminum fer beinleiðis úr Suðuroy til útlandið við farmaskipum, sigur Vinnuhúsið.
Tað staðfesta eisini, at Landið hevur átikið sær ábyrgdina av at skipa samferðslumøguleikarnar, og hevur sambært skyldu til at skipa fyri nøktandi sjóvegis farmaflutningi.
– Soleiðis sum støðan er í dag, lýkur landið ikki lógarásettu skylduna, tí flutningurin er ikki nøktandi.
– Vinnupolitikkur snýr seg um at skipa góðar karmar fyri vinnuliga virksemið, so fyritøkur hava góðar umstøður at kappast, mennast og framleiða varandi virði. Hetta er galdandi fyri øll øki í Føroyum, eisini í Suðuroy.
– Vit fara óivað einaferð at fáa ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar, men til tann tunnilin er veruleiki, má landið skapa nøktandi umstøður í sjóvegis sambandinum, so fyritøkur hava góðar umstøður at flyta farm til og frá oynni.
Eitt fyrsta stig í hesum kundi verið, at myndugleikarnir seta sær mál fyri tænastustøðið á sjóvegis samferðsluni kring landið, herundir eisini til Suðuroyar.
Tet siga, at tey í Vinnuhúsið vilja. fegin vera við í einum slíkum arbeiði hvat tí vinnuliga flutninginum viðvíkur.