Í vetur hava Føroyar lesa eggjað dagstovnum og skúlum til at gera eyka burturúr lesingini við at skriva út kapping um Ársins lesiátak fyri tríggjar bólkar, dagstovnar, fólkaskúla og miðnám. Tá freistin var úti, høvdu vit fingið stívliga 30 átøk inn.
Talan var um opna kapping, har vit ynsktu at síggja so nógv og ymisk hugskot sum gjørligt. Tó høvdu vit sum ynski, at næmingarnir skuldu vera virknir í átakinum. Og vit fingu veruliga nógv ymisk átøk sendandi við øllum frá bókaormum til skipaðan upplestur fyri øðrum børnum og næmingum, jólakalendarar, stafettir, foreldratiltøk, sjónleikir o.s.fr. Nóg mikið til at staðfesta, at føroysk børn og ung eru í góðum hondum við so dugnaligum lærarum og námsfrøðingum at leggja teimum lag á við lesingini í gerandisdegnum.
Vinnarin av kappingini millum dagstovnar gjørdist Náttúrubarnagarðurin í Æðuvík fyri eitt sera væl gjøgnumført átak við íblástri úr ævintýrum. Tey høvdu gjørt eina ævintýrgøtu til gleði bæði fyri seg sjálvi og onnur vitjandi í nærumhvørvinum, sum kundu ganga túrin í vøkru náttúruni og lesa og spæla ævintýrini. Sjálvi ævintýrini vóru laminerað og løgd saman við lutum, sum løgdu upp til, at børn kundu spæla ævintýrini sum leik. Gøtan var eitt nú væl vitjað á mentanarvikuni, sum var í Runavík í vár.
Í.s.v. handanina av vinninginum handaði leiðarin fyri stovnin, Kára Løkin, eina gávu vegna Runavíkar kommunu. Gávan frá borgarstjóranum var stórverkið um Fuglar okkara eftir Jórun Pólsdóttir og Jónas Olofson.
Í bólkinum fyri fólkaskúlar gjørdist tað Skúlin við Streymin, ið streyk avstað við sigrinum. Lesiátakið hjá Skúlanum við Streymin bar heitið “Vit lesa gular bøkur”, og var ein lesikapping um at lesa flest síður. Tá næmingarnir høvdu lisið eitt ávíst síðutal, fingu teir tillutað sjokolátuegg og vóru samstundis við stóru puljuni um at vinna eina bók og eitt stórt páskaregg. Tað, sum var serstakt við hesum átakinum, var, at allur skúlin luttók í átakinum. Leiðslan var virkin og stuðlaði saman við hinum lærarunum bókasavninum í at gjøgnumføra átakið. Dentur hevur verið lagdur á at fáa starvsfólk við sum fyrimyndir og at fáa tey vaksnu kring børnini at lesa saman við børnunum. Síðuvinningarnir við sjálvum átakinum, sum at síggja til var einfalt og stuttligt, var, at næmingarnir uttan at vita av tí hava tikið seg fram við lesingini, og dømi eru eisini um næmingar, sum sjálvir hava tikið stig til at stovna lesibólk sum úrslit av átakinum.
Fyri miðnámsskúlar vann N21X á Kambsdali. Átakið var ein jólakalendari við níggju lúkum, ið svaraði til teir níggju undirvísingarblokkarnar í føroyskum í desember. Handan hvørja lúku fjaldi seg ein kapittul av Skuggamyndir eftir Ingun Christensen, sum tey skiftust um at lesa upp, ella lærarin las upp fyri næmingunum. Til sjálvan jólahugnan sluppu næmingarnir at royna seg við at spæla ymsar leiklutir úr bókini, sum hini skuldu gita. Ein kreativur og stuttligur máti at arbeiða við einum verki.
Eisini er stuttligt at síggja, hvussu skúlar brúka teir møguleikar, ið eru á staðnum. Á Kambsdali varð stóri og vakri jólakalendarin framleiddur á FabLab, sum er á skúlanum.
Vinnararnir hava vunnið 5.000 kr. hvør. Føroyar lesa takkar øllum, sum hava luttikið í kappingini um Ársins lesiátak 2024.