Seinastu mánaðirnar hevur vitlíki fylt nógv bæði í miðlum og almenna kjakinum, og eisini bendir á, at føroyskir stovnar og fyritøkur nú av álvara eru farin at kanna, hvussu vitlíki kann brúkast á arbeiðsplássunum. Tað sigur Tóri Slættalíð, sum starvast sum verksetanarleiðari hjá Framskák.
- Farna mánaðin hava vit hildið tvey fullsett skeið í vitlíki. Í fyrstu atløgu hava vit serliga sæð fólk í leiðslustørvum, sum nokk hava verið á skeiðnum fyri at fáa grundleggjandi innlit í, hvat vitlíki kann. Síðani hava vit fingið fyrispurningar um meira skræddaraseymaða verksetan av vitlíki. Tað vil siga, at vit fara út á arbeiðsplássini fyri at verkseta vitlíki í arbeiðsgongdina á tí einstaka arbeiðsplássinum, sigur Tóri Slættalíð.
Og tað vísir seg at vera áhugi frá øllum hugsandi økjum av vinnulívinum og bæði frá smærri og heilt stórum fyritøkum, eins væl og frá almennum stovnum.
- Tað eru alt frá námsfrøðingum, sum vilja hava eitt amboð at leggja sín arbeiðsdag til rættis til byggifyritøkur, sum kunnu brúka vitlíki í stórum verkætlanum, sigur Tóri Slættalíð.
Hann greiðir eisini frá, at vitlíki sannlíkt verður ein púra vanligur partur av gerandisdegnum og arbeiðsdegnum hjá okkum í framtíðini. Tí er bæði nyttugt og kanska neyðugt at vit seta okkum inn í hetta, so vit skilja bæði fyrimunir og vansar við vitlíki, sigur hann.
- Tað eru stórir møguleikar fyri at lætta um arbeiðsbyrðir, økja um effektivitetin og produktivitetin við vitlíki. Tað kann skapa ein betri arbeiðsdag og skapa størri nøgdsemi millum starvsfólkini, sum nú fáa meira yvirskot til alt tað, sum veruliga hevur týdning í lívinum. Tað er kærkomið í eini tíð, har fólk skulu avrika nógv og renna skjótari og skjótari, sigur Tóri Slættalíð.