Í samband við kommunuvalið, sum verður í november, hevur Dimmalætting sett øllum borgarstjórum í landinum nakrar spurningar.
Her svarar Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu:
Hvat avrik í hesum valskeiðnum er tú fegnast um?
- At vegakervið út á Bakka er munandi betrað, útbygging á Dungasandi og í miðbygdini, Bakkavegurin er fríðkaður, vinnuøkið verður í løtuni útbygt við 50.000 fermetrum, skúlarnir í Sørvági og Mykinesi eru umvældir, nógv kloakkarbeiði er gjørt og Alvalon er klárt at útbyggjast eftir summarferiuna. Harafturat blómar vinnan og ferðavinnan í Sørvágs kommunu.
Hvat mál, sum ikki eydnaðist at loysa í hesum valskeiðnum, iðrar tú teg mest um?
- At vit ikki eru byrjaði at byggja ítróttarhøllinina.
Hvat er størsta málið, sum er fyri framman, í komandi valskeiði?
- At fáa ítróttarhøllina til veruleika, og at fáa gongd á íbúðarbygging.
Stillar tú upp aftur á komandi kommunuvali?
- Ja, her er nógv at arbeiða víðari við, so tað vænti eg.