Hetta greiða japanski forsætisráðharrin, Fumiso Kishida, og aðalskrivarin í NATO, Jens Stoltenberg, frá í eini felags orðing.
Áðrenn vinabandið millum Russland og Kina er tað russiska innrásin í Ukraina, sum fær NATO og Japan at knýtast tættari saman.
- Heimurin stendur við eitt søguligt vegamót í tí mest álvarsliga og innviklaða trygdarumhvørvinum síðan annan veraldarbardaga, stendur í orðingini.
Í orðingini stendur víðari, at menningin av kjarnorkuvápnum í Norðurkorea og felags hernaðarvenjingar millum Russland og Kina vekja ótta í Japan eins og í londunum í NATO.
Stoltenberg kom í gjár til Japan eftir at hann hevði vitjað Suðurkorea. Hann er í økinum fyri at kjakast um tær hóttanir, ið eru rættaðar í móti NATO og teimum asiatisku londunum sum eru á somu linju sum verjusamgongan