Vilt tú vera við í einum lesiringi?

Býarbókasavnið hevur í nógv ár skipað fyri og hýst lesiringum. Mánakvøldið 2. november var aftur stovnandi lesiringafundur á bókasavninum. Tveir lesiringar spurdust burturúr, og hittast hesir lesiringar fyrsta mánakvøld í hvørjum mánaði allan vetur og út á várið

Býarbókasavnið
26. november 2020 kl. 16:45

Hvussu byrji eg ein lesiring? Dámar tær eisini dámar væl at lesa og manglar tær onkran at tosa við um tað, tú lesur, hvussu ber tú teg at við at stovna ein lesiring? Her er ein vegleiðing til tín, sum fegin vil byrja ein lesiring ella vera við í einum.

Hvussu stovni eg ein lesiring?
Tú finnur limir við at spyrja vinir, kenningar, starvsfelagar, við at gera uppsløg á bókasavninum, í handlum, við at gera eina lýsing á sosialum miðlum o.s.fr. Ein lesiringur hevur 6-8 luttakarar.

Nær og hvar skulu vit hittast?
Lesiringarnir eru altíð vælkomnir at hittast á bókasavninum. Annars avgera limirnir sjálvir, hvar teir hittast og nær. Til ber at hittast á kaféum, í privatum heimum ella okkurt annað hóskandi stað. Lesiringurin kann t.d. miða ímóti at hittast eina ferð um mánaðin frá september til mai, ella tá tað liggur best fyri hjá luttakarunum.

Hvussu velja vit bøkur?
Íblástur til hvørja bók, tit skulu velja, kunnu tit finna við at lesa ummæli, við at leita á internetinum ella at spyrja á bókasavninum.

Bókasavnið kann eisini koma við uppskotum til bøkur. Til ber eisini at skipa lesiringin innan ávíst tema ella tíðarskeið, t.d. norðurlendskar bøkur, klassikarar, føroyskar bøkur, bøkur eftir ein ávísan rithøvund, ella tit velja ymiskar bøkur til hvørja ferð. Møguleikarnir eru nógvir.

Hvør einstakur hevur ábyrgd av at útvega sær bókina sjálvur. Um bøkurnar skulu útvegast umvegis bókasavnið, so er umráðandi at velja bøkur, sum ikki eru heilt nýggjar og nógv umbidnar og bíleggja tær í góðari tíð.

Havið í huga, at nógvar bøkur kunnu hoyrast sum ljóðbók ella lesast sum e-bók. Tit kunnu t.d. læna ljóð- og e-bøkur ókeypis umvegis bókasavnið á www.ereolen.dk. Eisini bjóðar bókasavnið atgongd til Læsekompasset, har til ber at finna bøkur, sum líkjast onkrum, tit longu hava lisið: https://laesekompas.dk