Viljormur spældi við blokadu

Vongverjin í vinstru var skaddur, men vildi ógvuliga fegin vera við til at vinna eina steypafinaluna

Jonhard Hammer
2. november 2024 kl. 22:35

33 ára gamli Viljormur Davidsen var fyrsta stóra tíman vongverji í vinstru hjá HB í steypafinaluni í kvøld. So varð hann skiftur inn í miðverjuna.

Í døgunum undan finaluni var tað rættiliga óvist, um Viljormur fór at verða førur fyri at vera við í finaluni.

Tá ið vit spældu á heimavølli ímóti Víkingi, og tað endaði 1-1, varð eg so mikið illa skaddur, at eg ikki havi verið førur fyri at venja hesar báðar vikurnar. Ein vøddi skrædnaði, og eg havi havt nógva pínu. Í dag var eg hjá lækna og fekk eina blokadu, so pínan hvarv, og so bar tað til at vera við í finaluni, sigur Viljormur Davidsen, og hann heldur fram:

-Eg havi verið nógv uttanlands, og tað er ikki fyrrenn í fjør og í ár, at eg av álvara havi verið við í heimligu kappingunum. Í fjør vunnu vit steypafinaluna eftir 0-0 og brotssparkskapping ímóti B68, og nú eri eg sera fegin um, at tað eftir 2-2 og brotssparkskapping eydnaðist at vinna steypafinaluna ímóti B36. Vindurin argaði og bar ótryggleika við sær, men sum seinni hálvleikur leið og eisini í longdu leiktíðini, so haldi eg, at vit høvdu betri tak á tí enn mótstøðuliðið, sigur Viljormur Davidsen.

Hjá teimum flestu, sum vóru við í finaluni í kvøld, er kappingarárið liðugt. Men tað er ikki liðugt hjá Viljormi Davidsen, sum ivaleyst fer at fáa landsliðsboð fyrrapartin mánadagin, tá ið Eyðun Klakstein fer at kunngera, hvørjir spælarar fara við honum av landinum til teir báðar landsdystirnar, sum um tvær vikur vera í Armenia og Norðurmakedonia.