Hann hevur spælt 207 dystir í reyð/hvítu Vejle-troyggjuni, men nú hevur 30-ára gamli runavíkingurin Viljormur Davidsen spælt sín seinast dyst fyri Vejle, tí í dag kunnger Helsingborg IF, at svenska liðið, ið júst hevur vunnið seg upp í bestu svensku deildina, hevur gjørt sáttmála við Viljorm, sum skiftir til Helsingborg alt fyri eitt, hóast hann hevði eitt hálvt ár eftir av sínum sáttmála við Vejle.
Hetta merkir eisini, at Viljormur Davidsen og Brandur Hendriksson Olsen gerast liðfelagar í svenska felagnum.
– Eg eri errin at vera her og síggi fram til at spæla fyri hetta felagið. Eg havi prátað nógv við Brand, og hann hevur bara sagt positiv ting um felagið, tí var tað ein løtt avgerð, tá Helsingborg vísti áhuga fyri mær, sigur Viljormur Davidsen við YouTube-rásina hjá Helsingborg.
30-ára gamli vinstri bakkurin á føroyska landsliðnum hevur leikt mestsum alla sína yrkisleið sum fótbóltsspælari í Danmark, men hevur eisini havt stuttar steðgir í Føroyum og í Norra. Men síðan 2013 hevur Viljormur spælt við Vejle, har hann spældi 207 dystir og er har eisini skrásettur sum útlendingurin við flestu dystum fyri Vejle.
Á føroyska landsliðnum er Viljormur skrásettur fyri 55 dystir. Eisini hevur hann verið liðformaður í onkrum dysti.
– Vit eru fyri at hava Viljormur hjá okkum. Hann er ein vinstri bakkur við nógvum royndum, og hevur eisini góð leiðaraevnir og ein góðan vinstra fót, sigur ítróttarstjórin í Helsingborg, Andreas Granqvist.
Sáttmálin millum Viljormur Davidsen og Helsingborg er galdandi fyri tvey ár.
Her er samrøðan, ið Viljormur hevði við YouTube-rásina hjá Helsingborg, eftir at sáttmálin var undirskrivaður: