Føroyska landsliðið hevur seinastu dagarnar spælt tríggjar dystir og tann síðsti er fyri framman. Viljormur Davidsen telist millum teir leikarar á landsliðnum, ið hevur leikt allar dystirnar. Afturat tí, so skoraði vinstri bakkurin eisini útjavnandi málið ímóti Litava leygarkvøldið.
Dimmalætting er við á landsliðsferðini hjá Føroyum og vit fingu eitt prát við føroyska vinstrabakkin, sum til dagliga spælir við Helsingborg í Svøríki, í gistingarhúsinum í Luksemborg.
– Vit sóu eisini í seinasta dystinum móti Luksemborg, at við nýggju monnum, so kunnu vit leggja trýst á teir, tá vit sleppa hondbremsuni og missa eitt sindur av respekt fyri mótstøðuliðnum, so kunnu vit gott, sigur Viljormur Davidsen í samrøðu við Dimmalætting.
Tað ber til at hoyra alla samrøðuna við Viljorm beint niðanfyri.