Helsingborg IF kunnger í dag, at felagið og Viljormur Davidsen eru vorðnir samdir um, at Viljormur fer úr felagnum í úrtíð.
Viljormur Davidsen og Helsingborg gjørdu annars ein tvey-ára sáttmála í januar í ár.
– Eftir at hava tosað saman, eru vit komnir ásamt um, at hetta er tann besta loysnin. Eg eri errin og glaður fyri at hava umboðað Helsingborg IF. Kappingarárið gekk ikki ordiliga, sum vit høvdu vónað, men eg komi at fylgja Helsingborg og ynski felagnum alt tað besta í framtíðini, sigur føroyingurin við heimasíðuna hjá Helsingborg IF.
Eftir at hava spælt 207 dystir í reyð/hvítu Vejle-troyggjuni, skifti varaliðskiparin á føroyska landsliðnum til Helsingborg IF í januar í ár, har tað í alt bleiv til 27 dystir fyri svenska felagið. Eisini gjørdist Viljormur liðskipari hjá Helsingborg í summar, men nú skiljast partarnir.
– Vit vilja gjarna takka Viljormur fyri hansara tíð í felagnum og ynskja honum alt tað besta í framtíðini, sigur ítróttarstjórin í Helsingborg, Andreas Granqvist, við heimasíðuna.
Svenska landskappingin endar hetta vikuskifti, men tíverri fyri Viljorm og Helsingborg IF, so er felagið longur flutt niður úr bestu svensku deildini, Allsvenskan.
Helsingborg spælir komandi kappingarár í næstbestu deildini, Superettan.