Viljormur Davidsen: Eg var nær við at skifta til Helsingborg fyri einum ári síðan

Áhugin hjá Helsingborg fyri Viljormi er ikki nýggjur. Runavíkingurin var nær við at skriva undir við svenska liðið í fjør, men so bleiv ein leikari hjá Vejle skaddur og skiftið bleiv av ongum tá. Men nú er skiftið veruleiki, og hann gleðir seg til at royna nakað nýtt

Sigurjón Einarsson
18. januar 2022 kl. 23:40

Tað er ein troyttur, men nøgdur Viljormur Davidsen, sum tekur telefonina nú seinnapartin, tá dimma.fo fær fatur á nýggja Helsingborg-leikararanum, sum júst hevur verið til sína fyrstu venjing.

– Tað var ein hørð byrjan, har vit runnu eina BIP-test, men eg endaði í ovara endanum – og eisini frammanfyri Brand, so eg eri nøgdur. Eg havi havt ein lítlan skaða at dragast við síðan fyrst í desember, so eg havi ikki ordiliga fingið runnið til fyri stuttum, so hetta var ein góð byrjan, sigur Viljormur Davidsen úr telefonini úr Helsingborg.

Í gjár skrivaði Viljormur Davidsen, sum annars hevur spælt við Vejle síðan 2013, undir ein tvey-ára sáttmála við Helsingborg, sum júst hevur vunnið seg upp í bestu svensku deildina.

Hóast skiftið hendi nú, so var áhugin fyri Viljormi úr Helsingborg ikki nýggjur. Hann var nær við at gerast Helsingborg-spælari longu fyri einum ári síðan, tá Vejle leigaði Pierre Bengtsson úr FCK og útlitini fyri fasta spælitíð tóktust kámast, men so bleiv ein annar bakkur skaddur, og sostatt bleiv skiftið tá av ongum. 

– Eg var í roynd og veru til reiðar at skriva undir ein trý-ára sáttmála við Helsingborgs IF í februar í fjør. Alt var komið upp á pláss, men so vildi Vejle Boldklub knappliga ikki lova mær at fara allíkavæl, tí annar bakkurin bleiv skaddur. Men nú kom hesin møguleikin aftur og hesa ferð eydnaðist tað, sigur 30-ára gamli runavíkingurin.

Men føroyski landsliðsspælarin fall ikki í fátt í Vejle. Hann tók arbeiðshandskarnar upp á, og endaði við at vinna plássið á vinstra bakki og koyra útleigaða FCK-leikaran, Pierre Bengtsson, út á bonkin og megnaði eisini at taka metið sum útlendski leikarin við flest dystum fyri Vejle, sum enski Julian Barnett átti frammanundan. Og lagnurnar speisemi vildi tað soleiðis, at tað var júst móti FCK, at hann tók dystarmetið – enntá sum liðskipari.

Nú er trygga Vejle skift út við eitt nýtt land og eitt nýtt lið, og Viljormur letur eisini væl at umstøðunum í Helsingborg, hóast hann bert hevur verið har í tvey samdøgur.

– Eg havi eina góða kenslu at vera her. Tað hevur verið sera positivt við øllum, bæði fólkunum og eisini umstøðunum kring felagið. Eg kendi tað, at nú var tíð til at finna nýggjar avbjóðingar. Eg havi verið so nógv ár í Vejle, so vónandi fái eg nógv nýggj upplivilsir her í Svøríki, sigur Viljormur Davidsen, sum spældi í alt 207 skrásettar dystir fyri Vejle Boldklub.

Hóast onnur feløg eisini vóru inni í myndini, eisini okkurt eksotiskt og spennandi, so var tað Helsingborg, ið tiltalaði Viljormi mest, tí felagið hevur víst áhuga fyri honum yvir langa tíð.

– Eg hevði nøkur tilboð á borðinum, men hetta var tað eg vildi mest og kann fara at geva mær mest. Helsingborgs IF er eitt stórt felag, og her hevur tú eisini størri møguleika fyri at vísa teg fram, og hvør veit, ger mann tað gott, so kann mann kanska koma enn longur.

Eisini vísur Viljormur á, at hann sær fram til at dagliga venja og spæla saman við Brandi Hendriksson Olsen, liðfelaganum á føroyska landsliðnum, og at tað eisini spældi inn, tá hann skuldi avgera, hvar hansara fótbóltsframtíð skuldi vera.

– Vit kenna hvønn annan væl eftir nógv ár á landsliðnum saman, so tað er ein tryggleiki at hava hann her í Helsingborg og at spæla saman við honum. Vit vita øll, hvat hann dugir og stendur fyri, sigur vinstri bakkurin, sum er skrásettur fyri tvey mál á landsliðnum.

Hóast Helsingborg júst er flutt upp í bestu svensku deildina, so er málið at enda á miðjuni á endaligu stigatalvuni komandi kappingarár, men felagið hevur ambitiónirnar at enda so høgt upp sum møguligt, hevur Viljormur fingið at vita frá leiðsluni. Og felagið hevur eisini eina greiða ætlan við Viljormi.

– Eg eri keyptur til Helsingborgs IF til at vera ein leiðari á liðnum, har eg skal hjálpa teimum ungu og dugnaligu leikarum í felagnum at menna seg, greiðir Viljormur avgjørdur frá.

Viljormur Davidsen, sum hevur leikt 55 landsdystir fyri Føroyar, sigur, at tað verður eitt sindur løgið at fara úr Vejle, har hann og familjan hava búð seinastu mongu árini, men familjan er samd um at royna okkurt nýtt, og tey gleða seg til at flyta til Svøríkis.

– Hetta hendi alt so knappliga. Vit eiga eini hús í Vejle, so eg skal líka koma ordiliga upp á pláss her í Svøríki fyrst, áðrenn restin av familjuni eisini flytir yvir, sigur Viljormur Davidsen at enda.