Handlarnir eiga at hava loyvi til at selja fýverk longri enn ætlanin er. Tað halda tey í Handilsvinnufelagnum.
Sum vit skrivaðu í gjár, fer Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, at seta ein nýggja kunngerð í gildið sum avmarkar bæði søluna og nýtsluna av fýrverki.
Les meiri um tað her: https://www.dimma.fo/grein/seta-strangari-reglur-fyri-fyrverk-avmarka-baedi-solunfg-og-nytsluna
Í Handilsvinnufelagnum taka tey undir við, at viðurskiftini verða betrið skipað. Men tey taka ikki undir við, at tíðin, har tað verður loyvt at selja fýrverk, verður avmarkað.
Tey vísa á, at eftir nýggju kunngerðini verður lagt upp til, at fýrverk skal vera merkt við einum seinasta søludegi.
– Fýrverk hevur ikki ein seinasta søludag, og tí er hetta eitt krav sum er ómøguligt hjá einum føroyskum innflytara at halda. Fýrverk er merkt við einum framleiðslu ári, og verður tað goymt undir røttum umstøðum, kann tað halda sær í fleiri ár, sigur Handilsvinnufelagnum.
Tey halda, at endamálið kann ikki vera at tryggja, at gamalt fýrvek ikki verður selt tí tað er vandamikið, tí hetta ein goymsluspurningur og ikki ein spurningur um seinasta søludag.
Tey skilja heldur ikki, at fýrverk skal vera merkt á føroyskum, donskum, norskum ella svenskum. Tey mæla til, at enskt kemur upp í part, tí annars verður møguleikin at innflyta fýrverk, rættiliga avmarkaður.
Eftir nýggju reglunum skal tað bara vera loyvt at selja fýrverk í fýra dagar, frá 28. til 31 desembur.
Hetta er ein dag styttri enn í dag. Tað merkir, at tey, sum selja fýrverki, hava fýra dagar at selja fýrverk í, men fellur ein av hesum døgunum á ein sunnudag, eru bara tríggir dagar at selja fýrverk í.
Samstundis stendur tað púra greitt í nýggju kunngerðini, at tað er bara loyvt at skjóta fýrverk í tríggjar dagar, frá 31. desembur til 2. januar.
Handilsvinnufelagið veit tí ikki hvat endamálið er við hesum. Í Danmark er loyvt at selja fýrverk frá 15. til 31. desembur.
Handilsvinnufelagið mælir tí til, at tíðarskeiðið, har tað er loyvt at selja fýrverk, verður longt.