– Vit mugu fáa eina eina nýggja kós fyri Tvøroyri, og eisini fyri Suðuroynna sum heild.
Tað er endamálið við einum nýggjum borgaralista, sum ætlar at stilla upp á býráðsvalinum á Tvøroyri í novembur.
Tveir av stigtakarunum eru Arnfinn Bech og Silja Rólantsdóttir Sørensen og sunnudagin høvdu tey sín fyrsta uppstillingarfund. Tá komu eingi valevni á listan, men tey fara aftur at hava uppstillingarfund seinni í vikuni.
Arnfinn Bech sigur at sjálvur er hann við á listanum tí hann heldur, at tað manglar gjøgnuymskygni og at øll verða ein partur av býnum.
– Eg haldi, at vit eiga at hava eitt val afturat tí, sum longu er.
– Tann stóri trupulleikin er, at tað mangla samstarv. Fáa vit ikki samstarva, fáa vit heldur ikki loyst teir trupulleikar, vit hava.
Hann sigur, at tí verður samstarv eitt lyklaorð hjá listanum. Fyrst samstarv á Tvøroyri, men eisini alla Suðuroynna.
– Tað størsti trupulleikin, bæði Tvøroyri og øll Suðuroyggin hevur, er, at vit ikki samstarva. Gera vit ikki tað, býður okkum ikki bøtur.
– Fyri Suðuroynna er eingin framtíð í, at kommunurnar í Suðuroynni liggja alla tíðina og undirbjóða hvørja aðra á øllum økjum, heldur enn at samstarva. Frástøðan er ikki størri enn so, enn at allir suðuroyingar kunnu arbeiða allastaðni.
– Vit mangla álit ímillum fólk, og fáa vit ikki bygt álitið upp, fáa vit heldur ikki bygt brýr.
Tí verður neyðugt at vit finna nakrar heildarloysnir og at vit raðfesta íløgurnar so at tær skapa trivnað hjá fólki.
Ein partur av tí at byggja álitið upp, er at vit hava gjøgnumskygnið so at fólk síggja, hvussu avgerðirnar verða tiknar. Tí halda tey, at allir býráðsfundir eiga at verða stroymdir, sum teir verða aðrastaðni.
Silja Rólantsdóttir Sørensen sigur, at stundin er komin til at fáa nýggjar kreftir í býráðið sum vilja samstarv og trivnað.
Ein tann heilt stóra avbjóðingin er at fáa skil á eldraøkið, sum ikki er nøktandi í løtuni og tað sama ger seg galdandi á barna- og ungdómsøkinum. Tí mugu vit eisini raðfesta ein barna- og ungdómspolitikk.
– Gongdin í Suðuroynni er so vánalig, at fara vit ikki inn á eina nýggja kós við samstarvi, stúri eg fyri, at vit verða seinasta ættarliðið av suðuroyingum, heldur Arnfinn Bech.
Men tey ásanna eisini, tað er serliga ein fordómur, tey mugu rista av sær og tað er, at summi hava fingið ta fatan, at endamálið hjá teimum er at beina fyri virkinum hjá Varðanum Pelagic, ella at steðga útbyggingini hjá teimum.
– Tað er ikki rætt, sigur Arnfinn Bech. Hann sigur, at um so tey fingu allar sjey býráðslimirnar á Tvøroyri, høvdu tey ikki nakrar forðingar í vegin fyri Varðan Pelagic.