Vilja økja um tilvitskuna um føroyska matframleiðslu

Lýst verður eftir umsóknum um stuðul til at økja um tilvitskuna um føroyska matframleiðslu

Fríðmundur Nattestad
2. apríl 2024 kl. 13:30

Uttanríkis- og vinnumálaráðið lýsir eftir umsóknum um stuðul til at økja um tilvitskuna um føroyska matframleiðslu.

Í fíggjarlógini eru 850.000 krónur játtaðar til at fremja royndarverkætlanir, ið kunnu økja framleiðsluna, nýtsluna, virðingina og tilvitskuna um stuttfluttar føroyskar dygdargóðar og heilsugóðar matvørur.

Verkætlanirnar skulu hava til endamáls at upplýsa um og gera heilsugóðan mat úr føroyskum rávørum og føroyskari framleiðslu í gerandisdegnum og í undirvísing. Eitt nú kunnu dagstovnar, skúlar, bústovnar og ellis- og røktarheim søkja saman við lokalum framleiðarum, áhugabólkum og fakfólkum. Málið er, at í minsta lagi 3 verkætlanir, og helst fleiri, verða framdar. Einki minsta mark er fyri stødd á verkætlanum.

Játtanin verður umsitin av Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Reglugerðin fyri stuðulsjáttanina kann lesast her.

Umsóknir skulu sendast við telduposti til uvmr@uvmr.fo

Freistin at søkja um stuðul er 30. apríl 2024.