Heilsustarvsfólk í Føroyum skulu ikki tvingast til at vera fremja fosturtøku, ella vera við til fosturtøku. Tað halda nakrar ljósmøður, sum vilja hava Løgtingið at broyta lógina.
Løgtingið viðger eitt uppskot frá landsstýrinum um fría fosturtøku upp til 12. viku. Í stóran mun er uppskotið skrivað av eftir donsku lógini.
Men ljósmøðurnar siga, at ein grundleggjandi munur er á føroysku og donsku lógini. Í lógini, sum er galdandi í Danmark, kunnu heilsustarvsfólk nokta at vera vil til at fremja fosturtøku um so er, at tað stríður ímóti teirra sannføring.
Men hendan lógargreinin er tikin burtur úr lógini, sum ætlanin er at seta í gildið í Føroyum.
Ljósmøðurnar halda, at halda, at eisini føroysk heilsustarvsfólk eiga at fáa lógartryggjaðan rætt til at nokta fyri at vera við til fosturtøku um tað stríður ímóti teirra sannføring.
Tað hevði verið ein sámulig trygd og eitt sámuligt samvitskufrælsi í okkara samfelag, halda tær.
Tær vísa á, at summar ljósmøður hava eina sannføring, sum ikki loyvir teimum at vera við til eina fosturtøku.
Sostatt hava 18 ljósmøður skrivað undir eina áheitan á Løgtingið um at broyta lógina, so at eisini heilsustarvsfólk í Føroyum kunnu sýta fyri at vera við til at fremja fosturtøku.