Tað er ikki vanligt at siga, hvat tað kostar at fáa fólk á almenna vitjan í Føroyum. Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Kongshjúnini hava boðað frá, at tey koma til Føroyar at vitja í summar og Eirikur í Jákupsstovu, tingmaður fyri Tjóðveldi, hevur spurt landsstýriskvinnuna, hvat tað í roynd og veru kostar at fáa tey á vitjan - eisini í arbeiðsorku, sum annars hevði verið brúkt til annað?
Ruth Vang sigur, at tað var ikki gamalt at meta um nýtsluna í sambandi við almennar vitjanir, ella tá ið Landsstýrið eru vertir fyri gestum yvirhøvur.
Hon sigur, at tað er ein partur av vanliga arbeiðsøkinum hjá landsstýrinum, og almennum stovnum, at vera vertir í sambandi við ymiskar almennar vitjanir.
Hinvegin hevur landsstýrið biðið Løgtingið um eina eykajáttan til eykakostnaðin hjá landskassanum av kongsvitjanini, sum tann vanliga játtanin ikki røkkur til. Ì hesum sambandi hevur landsstýrið heitt á Løgtingið um at játta 700.000 krónur.