Vilja ikki lækka skattin upp á nakkan á komandi bygdaráði

Nakrir býráðslimur í Sunda Kommunu vilja lækka skattin næsta ár, men aðrir halda at tað er skeivt at gera tað nú

Áki Bertholdsen
29. oktober 2024 kl. 14:35

Í Sunda kommunu eru tað nakrir býráðslimir sum vilja lækka skattin næsta ár. Men tað eru eisini nakrir býráðslimir, sum halda, at tað er skeivt at gera tað.

Tað er greitt nú fíggjarætlanin fyri næsta ár, er løgd fram. Í fíggjarætlanini sæst, at næsta ár er ætlanin at hava sama skattaprosent upp á 20,95 prosent, og sama barnafrádrátt, sum er 6.500 krónur.

Men í hesum sambandi vildu fimm býráðslimir hava býráðið at lækka skattaprosentið eitt hálvt prosent, niður í 20,95 prosent og at hækka barnafrádráttin 1.000 krónur, upp í 7.500 krónur.

Men tað vildu hinir seks býráðslimirnir ikki taka støðu til beint nú. Onkur av teimum heldur, at eitt uppskot um at at lækka skattin og hækka barnafrádráttin nú, luktar av valagni.

Annars halda tey eisini at tað er skeivt at taka eina slíka avgerð longu nú, áðrenn enn tey í býráðnum eru liðug at viðgera fíggjarlógina og hava gjørt av, hvørjar íløgur skulu gerast, og hvussu raksturin skal vera.

Somuleiðis hildu býráðslimir, at tað er skeivt hjá hesum býráðnum, sum fer frá á nýggjárinum, at lækka skattaprosentið upp á nakkan á býráðnum, sum verður valt á valinum í næsta mánað, og sum skal stjórna kommununi næstu fýra árini.

Tey halda, at tað skal vera tað nývalda býráðið, sum ásetir skattapolitikkin og ikki tað fráfarandi býráðið.

Á býráðsfundinum kom eisini fram, at røddir høvdu verið frammi um at geva børnunum, og teimum ungu í kommununi, eitt frítíðarkort, men tað er ikki meiriluti fyri tí í býráðnum.

Annars er tað eitt sjónarmið í býráðnum, at tað er betur at hækka barnafrádráttin, heldur enn at lækka skattin.

Við einum skattalætta fáa øll ein lætta í prosentum. Tað merkir, at tey, sum tjena minst, og hava mest brúk fyri einum lætta, fáa minst í skattalætta, men tey, sum tjena nógv, og ikki hava brúk fyri einum skattalætta, fáa mest.

Hinvegin er tað betri at hækka barnafrádráttin, tí tá fáa øll sama krónutal í lætta.

Annars varð víst á, at verður skatturin lækkaður eitt hálvt prosent, og barnafrádrátturin hækkaður 1.000 krónur, fer tað at kosta kommununi 2,5 milliónir í mistari inntøku, og so skal støða samstundis takast til, hvørjar sparingar so skulu gerast, og hvørjar íløgur ikki skulu gerast.