Útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða, skulu hava reina revsiváttan. Tað heldur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í útlendingarmálum.
Tað er hent nakrar ferðir, at útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða, hava forbrotið seg í Føroyum. Og nú hevur Beinir Johannesen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, spurt landsstýrismannin, hvat hann ætlar at gera við málið.
Landsstýrismaðurin sigur, at bæði landsins myndugleikar, og teir arbeisgevarar sum fáa útlendska arbeismegi til Føroyar, hava ábyrgdina av, at útlendingar, sum koma hendan vegin at arbeiða, ikki eru dømdir brotsmenn.
Og hann heldur, sostatt at í fyrstu syftu eiga føroysku fyritøkurnar, ið fáa útlendsk arbeiðsfolk hendan vegin at arbeiða, at krevja, at teir skulu hava reina revsiváttan fyri at fáa arbeiði hjá teimum.
Bjarni Kárason Petersen sigur eisini, at eftir føroysku útlendingalógini er tað loyvt at seta treytir fyri at fáa arbeisloyvi í Foroyum.
Somuleiðis kann danski ráðharrin á økinum, eftir samráðing við Landsstýrið, seta reglur fyri at fáa arbeiðsloyvi í Føroyum.
Sjálvur heldur Bjarni Kárason Petersen, at sum heild eigur tað at vera eitt krav frá myndugleikunum, at útlendingar, sum vilja sleppa til Føroya at arbeiða, skulu hava reina revsiváttan.
Tí fer hann nú eisini at heita á danska ráðharran í útlendinga- og integratiónsmálum um at seta sum treyt, at teir útlendingar, sum koma hendavegin at arbeiða, ella at vera, skulu hava reina revsiváttan.