Vilja ikki hava vetrarferiu - kann vera vandamikið fyri summar næmingar

Nevndin í Lærarafelagnum er samd í hesum máli - og ein av nevndarlimunum hevur eitt annað uppskot

Áki Bertholdsen
3. oktober 2023 kl. 10:27

Føroya Lærarafelag tekur ikki undir við ætlanini hjá landsstýrinum um, at skúlarnir skulu fara í vetrarferiu í februar mánað.

Tað sigur Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur í Lærarafelagnum, við Skúlablaðið.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í undirvísingarmálum, hevur gjørt av at seta eina skipan í gildið, har allir fólkaskúlar fara í vetrarferiu í eina viku í februar mánað. 

Fyrstu ferð verður í februar í 2025 og afturfyri skal summarferian styttast eina viku.

Men hetta er ein ætlan, Føroya Lærarafelag ikki tekur undir við - og tað er ein samd nevnd, sum ikki tekur undir við tí.

Eyðbjartur S. Skaalum sigur, at vetrarferia er ikki bara ein vika, har tey ikki eru í skúla, men tað verða kanska einar tíggju dagar, har børnini ikki eru í skúla. 

Hann sigur, at royndirnar hjá lærarum eru, at ein feria er altíð longur enn tað ásetta tíðarskeiðið, tí næmingarnir fara í feriu áðrenn hon byrjar, og teir koma aftur í skúla nakrar dagar eftir at ferian endar.

– Vit vita eisini, at tá ein feria nærkast, merkist hetta á næmingunum, tí teir gerast minni hugbundnir, minni arbeiðssamir og tað er ringt hjá teimum at hugsavna seg, tí teir vita, at frítíðin stendur fyri durum. 

– Tá teir koma aftur frá eini frítíð, tekur tað eina viku at fáa teir upp á rættkjøl aftur. Teir eru ofta troyttir, tí frítíðin hevur órógvað svøvnin og allar vanar, ið eru knýttir at einum vanligum gerandisdegi, har skúlagongdin ofta fyllir mest. 

– So eg dugi illa at síggja, at næmingarnir møta upp í skúla eftir vetrarfrítíðina við meira orku, ídni og áhaldni, sigur nevndarlimurin í Lærarafelagnum við Skúlablaðið.

Hann heldur, at fyri 9. flokk er vetrarferian beinleiðis vandamikil fyri undirvísingina. Tíðarskeiðið til undirvísing fram til próvtøku er sera stutt, og tað eru sera nógvir steðgir í undirvísingini alla tíðina. 

– Næmingar í 9. flokki skulu í starvslæru í tvær vikur, ein vika fer til at gera verkætlan og tá eru dagarnir til fyrireiking og framløgur ikki taldir við, sigur hann. Næmingarnir eru ofta á setursskúla í einar tveir dagar, og so eru ársroyndir í skrivligu próvtøkunum. 

– Í ávísum førum byrjar próvtøkan longu fyrst í apríl, so hetta avbrotið er sera óheppið og órógvandi, tí tað verður eingin tíð til undirvísing.

Hann sigur, at tað tykist sum ein stórur partur av lærarum í Føroyum eru ímóti at skúlarnir fara í vetrarferiu. Hann sigur, at lærarar kjakast dúgliga um hetta á sosialum miðlum og har er tað ein greiður meiriluti, ið sigur nei. 

– Fyri foreldur kann tað gera tað sama um ein feriuvika liggur í februar, ella um hon er løgd afturat summarfrítíðini, sum hon er nú, sigur Eyðbjartur S. Skaalum við Skúlablaðið.

– Ein feriuvika er ein feriuvika. um hon er í juli, ella hon er í februrar, leggur hann afturat.
Hann sigur, at hava næmingar foreldur, sum búgva uttanlands, hava skúlaleiðslur altíð góðtikið at børnini skulu sleppa at vitja foreldur síni. 

– Tað er lættari at umsita, tí hava vetrarfrí eina viku í februar, er tað ikki sagt, at  øll foreldur uttanlands hava frí hesa vikuna, heldur hann

Hann sigur, at er grundgevingin tann, at summarfrítíðin er ov long, høvdu øll fingið meira gleði av at lagt teir fimm skúladagarnar hvør sínu megin jólafrítíðina.