Vilja hava Tjóðleikhúsið inn á Strendur

Tey halda, at Raktangi er eitt tignarligt stað til eitt slíkt hús og kanska verður innsiglingin til Føroyar líka so víðagitin sum innsiglingin til Sydney

Áki Bertholdsen
22. desember 2024 kl. 10:26

Tey flestu jhava helst fingið við, at stór ósemja er um, hvar ætlaða tjóðleikhúsið skal vera, serliga tí at tey í býráðnum í Havn semjast ikki um, hvar tað skal vera.

Áður hevur borgarstjórin í Runavík ligið framvið, tí hann hevur boðað frá, at tjóðleikhúsið skal vera vælkomið inn hagar.

Og nú eru eisini strandingar komnir upp í part, tí tey halda, at Raktangi, sunnan fyri bygdina, hevði verið besta og tignarligasta staðið í landinum at bygt eitt tjóðleikhús.

Tey siga, at Strendur liggur sum ein oddviti á vestara armi á Skálafjørðinum og sunnan fyri bygdina rættir Raktangi seg suður ímóti Flesjunum, og skilir Skálafjørð og Tangafjørð, »og útsýni frá Abbanum kann røra hjartastreingir, sjálvt ein kaldan vetrardag.«, sum tey so skaldsliga taka til.

Tey siga, at hesin serligi blettur í Føroya landi hevur drigið mangt myndafólki til sín, og hvønn dag ferðast fólk til gongu út eftir Tangavegnum, fyri at njóta løtuna við náttúru og friði í Tanganum, sum er fullur av lívi og æður og kópar finna lívd, allan vegin frá Kumlum til Mógvabogar.

Tey í bygdaráðnum á Strondum siga, at í sambandi við eina arkitektaútbúgving hava tveir ungir lesandi, Rói Heinason og Rasmus Christensen, gjørt próvtøkuverkætlan, ið er bygd á økið í Raktanga.

Tey siga eisini, at væl hilnaðist tí verkætlan fekk bestu viðmæli og kommunan hevur fingið eitt modell av henni sum tey hava standandi frammi á kommunuskrivstovuni.

Hugskotið við verkætlanin var at gera ein Tónlistaháskúla - eitt konservatorium - beint innan fyri Tangsmúlan.

Tey í Sjóvar kommunu halda, at hetta er eitt tað besta plássið í Føroyum at staðseta eitt mentanarligt og fólksligt savningarstað, sum eisini verður eitt prýði fyri alt Føroya land.

– Vit meta, at verkætlanin við Tónlistaháskúla kann lættliga samantvinnast við verkætlanina at gera eitt Tjóðleikahús, og staðsetingin á Raktanga vil tæna øllum føroyingum sera væl, vísandi til, at Strendur er ein miðdepil í Føroyum, sigur Sjóvar Kommuna.

– Eysturoyartunnilin hevur gjørt tað sera lætt hjá flestu føroyingum at ferðast higar, og tað er eisini umráðandi at skapa eina innbjóðandi atmosferu fyri allar føroyingar, líkamikið hvaðani teir eru, siga tey í bygdarráðnum

Tey halda eisini, at hendan staðseting vil gagna øllum, ið vilja njóta gleðina við at koma saman til livandi framførslur við útjaðaran á Atlantshavi.

Kommunustýrið á Strondum heldur, at tað hevði verið hugaligt, um vit í framtíðini kunnu bjóða øllum vælkomin til Tónlistaháskúla, ella Tjóðleikahús, á Raktanga.

– Og hvør veit, kanska verður innsiglingin til Føroyar einaferð líka so víðagitin sum innsiglingin til Sydney siga tey.

– Tað kundi hent, at hendan verkætlan ikki bert setur Strendur á tað Føroyska landakortið, men setur allar Føroyar á heimskortið, siga tey í kommunustýrinum á Strondum.

Sí fleiri myndir niðan fyri: