Vilja hava stuðul úr landskassanum til at hjálpa djórum

Tey gera eitt stórt arbeiði, sum er neyðugt, men tað er alt sjálvboðið arbeiði - og eingin fær løn

Áki Bertholdsen
4. oktober 2024 kl. 09:45

Tá ið kjak er í Løgtinginum um fíggjarlógir og játtanir á fíggjarlógir, verður tað ofta umrøtt, hví summir áhugafelagsskapir fáa eina játtan á fíggjarlógini, og hví aðrir ikki fáa - og hvat skal markið ganga.

Eitt dømi, sum er nevnt, er, at felagsskapurin, Pro Vita, sum virkar ímóti fosturtøki, fær eina játtan á fíggjarlógini, men felagsskapurin, Frítt Val, sum er fyri fríari fosturtøki, fær ikki eitt oyra.

Nú hevur ein áhugafelagsskapur afturat vent sær til Løgtingið um at fáa eina fasta játtan á fíggjarlógini.

Tað er Djóraverndarfelagið ið virkar fyri at bøta um umstøðurnar hjá djórunum í Føroyum - og tey taka djór inn, tá ið brtúk er fyri tí.

Tey arbeiða eisini miðvíst fyri at menna tilvitskuna hjá fólki um djór, um trivnaðaðin hjá djórum og um djóraheilsu.

Tey arbeiða fyri at kunna fólk um djórahald og trivnaða, umframt at tey ráðgeva myndugleikum, felagsskapum og einstaklingum í spurningum um djóravælferð. Í dag er alt arbeiði sjálvboðið og tað er ólønt.

Djóraverndarfelagið hwvur hjálpt nógvum heimleysum, misrøktum og burturvilstum djórum, siga tey.

Og tey siga eisini, at hetta er eitt neyðugt, men tað krevur meiri orku enn tað, sum fólk kunnu gera sjálvboði og ólønt.

Tí halda tey, at tørvur er á, at tey fáa skipað viðurskifti og tí heita tey á Løgtingið um at fáa eina fasta játtan fíggjarlógini

Tey siga, at tey hava bráðneyðugan tørv á at fáa høli til upptikin djór og til goymslu, umframt einum starvsfólki til dagliga raksturin.

Tey eru í samskifti við Tórshavnar Kommunu, Vága Kommunu og Sørvágs Kommunu um at fáa pláss til eitt vistarhús til djór, sum verða tikin upp.

Sostatt søkja tey um at fáa 425.000 krónur á fíggjarlógini, har 60.000 krónur fara til høli og goymslu og 365.000 krónur fara til starvsfólk í hálvum starvi.