Vilja hava nógv meiri pengar til sjónleik

Tey siga, at Løgtingið ger mismun á sjónleikarum og at tey eru langt frá at fáa somu løn fyri sama arbeiði

Áki Bertholdsen
21. oktober 2024 kl. 10:22

Løgtingið ger so stóran mismun á sjónleikarum í Føroyum at tað kann ikki góðtakast. Tað halda bæði Leikarafelag Føroya, Framleiðarafelag Føroya og Leikstjórafelagið og tí hava tey gjørt vart við seg nú Løgtingið viðgerð fíggjarlógina fyri næsta ár. 

Tey siga, at støðan hjá sjónleikarum í Føroyum er so vánalig, at tað kann ikki góðtakast og tí er tað avgerandi, at stuðulin á fíggjarlógini verður munandi hækkaður. 

Upphæddin hevur staðið í stað í skjótt tíggju ár, og nú er uppskot um at hon kann hækka 400.000 krónur, soleiðis at játtanin verður 1.050.000 krónur.

– Hetta er als ikki nøktandi tí sjálvstøðugu fríyrkis-verkætlanirnar hanga saman við undirløntum fakfólkum og óløntum hjálparfólkum. 

– Tey, sum hava verkætlanarstørv á Tjóðpalli Føroya, eru lønt sambært avtalu ímillum Tjóðpall Føroya og Leikarafelag Føroya, siga tey.

Tey siga, at hetta gevur ein ójavna, sum ikki kann góðtakast, har tað er sera langur vegur til somu løn fyri sama arbeiði.