Revsingin fyri at koyra undir ávirkan av rúsevnum, skal herðast munandi. Tað eru løgtingslimir í bæði samgongu og andstøðum, samdir um.
Sum lógin er nú, fáa øll, sum koyra ávirkan av hassji, og øðrum rúsevnum, somu revsing, sama hvusus nógv tey hava í blóðinum, og sostatt hvussu ávirkað tey eru.
Revsingin er ein bót, sum svarar til eina hálva mánaðarløn eftir skatt og at bilførarin missur koyrikortið í eitt hálvt ár.
Nú hevur so Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna fyri Fólkflokkin, lagt uppskot fyri Løgtingið um at herða revsingin, so at revsingin verður ásett alt eftir, hvussu ávirkaðir bilførarar eru.
Í sambandi við rúsdrekkakoyring kunnu bilførarar, sum undir eitt ávíst promillumark og sum viðganga seg sekar, sleppa undan at fara í rættin, tí so verður málið avgreitt uttan um rættin.
Tað lættir nógv um mannagongdina og minkar um trýstið á rættarskipanina.
Og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur vil hava somu skipan fyri bilførarar, sum koyra ávirkaðir av rúsevnum.
Nú málið hevur verið umrøtt í Rættarnevndini hjá Løgtinginum, er greitt, at tinglimirnir í andstøðuni taka undir við henni, og verður uppskotið samtykt, verður revsingin fyri at koyra undir ávirkan av rúsevnum, í fleiri stigum.
Tey, sum fara akkurat upp um mark, skulu revsast sum nú. Men tey, sum hava heilt nógv í blóðinum, skulu missa koyrikortið í trý ár, umframt at tey skulu sita í 20 dagar.
Hetta svarar til tað, bilførarar, sum koyra rúsdrekkakoyring, og sum hava yvir tvær promillur í blóðinum.
Bilførarar, sum liggja har ímillum skulu missa koyrikortið í trý ár, umframt at teir skulu rinda eina, ella tvær, mánaðarlønir í bót.
Tey í samgonguni í rættarnevndini taka eisini undir við uppskotinum. Men tey vilja hava landsstýrið at arbeiða við málinum og at leggja eitt uppskot fyri Løgtingið sum er lógardeildin í Tinganesi hevur kannað fyri at tryggja, at tað lýkur allar treytir.
Uppskotið, sum nú fyriliggur, er ikki eftirkannað, siga tey og tí mæla tey Løgtinginum frá at samtykkja tað.