Nú ætlar Vágs Býráð at leggja soleiðis til rættis, at tað skal verða lættari at fáa sær summarhús í Vági.
Vágs Býráð sigur, at í eina tí hevur tekniska nevnd arbeitt við at fáa broytt byggisamtyktir til at fáa fleiri summarhúsøkir og frítíðarbústaðir í Vági. Hettar so, at vágbingar kunnu fáa størri gagn av egnum eigaraøkjum, um teir ynskja tað.
Vágs býrað hevur einmælt samtykti at broyta byggisamtyktina fleiri staðir í Vági, so at nógv størri øki verða sett av til summarhús.
Fleiri ferðir er tað komið fyri, at umsóknir eru komnar til politiska støðutaka, at fólk vilja byggja summarhús á síni egnu jørð, ella í sínum egna neysti.
Rákið vísur eisini á, at stórur áhugi er at byggja sær summarhús og frítíðarbústað burturfrá bygdini og í neystum. Áhugin er støðugt vaksandi og tí má byggisamtyktin endurskoðast fyri at fylgja við rákinum og tørvinum, sigur býráðið.
Enn er nakað til at broytingarnar gerast verðuleiki, men nú er sett hol á, leggja tey afturat. Tað merkir, at sjøtul er settur á arbeiðið at broyta byggisamtyktina fleiri staðni í Vági, so at tað verður lógligt at fáa sær summarhús har.
Tilsamans er talan um einar 80.000 fermetrar, sum nú verða gjørdir til summarhúsøki.
Inni í Líðini eru góður 18.600 fermetrar settir av til summarhús og Inni í Dalinum verða 40.000 fermetrar settir av til summarhúsøki.
Longur úti í Vági, av Toftabøi til Galtnaroyri, verða 2.410 fermetrar settir av til at byggja neyst á og úti á Nesi verða 23000 fermetrar settir av til summarhús.