Vilja hava ein ungan mann at seta seg í samband við løgregluna

Tað er ein misskiljing hend í sambandi við eitt lítið ferðsluóhapp í Norðoyatunlinum

Áki Bertholdsen
30. november 2023 kl. 07:56

Seinnapartin í gjár hendi eitt lítið ferðsluóhapp í Norðoyatunlinum. Óhappið hendi tá ið ein tungur lastbilur var á veg ígjøgnum tunnilin. Hann koyrdi seint, so hann vildi gera væl og fara inn á eitt víkipláss og lata bilarnar aftan fyri, sleppa framvið.

Tann fyrsti bilurin aftan fyri, fekk tikið ferðina av, men bilurin, sum kemur aftan fyri, lukkast ikki heilt at steðga, og kemur í bilin frammanfyri.

Tá tekur eitt sindur av ruðuleika seg upp, tí tá ið fleiri bilar koyra framvið lastbilinum, heldur bilørarin, sum er ákoyrdur, at bilførarin, sum hevur rent á, er rýmdur.

So hann koyrdi aftan á - fyri síðani at uppdaga, at hin var ikki rýmdur. Sostatt vendi hann aftur inn í tunnilin - men tá ið hann so kom aftur á staðið, var var hin farin.

Men førarin á lastbilinum sigur, at ein ungur bilførari var komin at tosa við hann um hendingina, tí hann visti ikki ordiliga um hann var komin í ein bil.

Men hann helt kortini, at tá ið bilurin var farin, kundi tað ikki hava nakað upp á seg. Førarin á lastbilinum hevði annars skilt á lagnum, at eitt óhapp hevði kanska verið, tí hann hevði hoyrt hvin frá bremsum. Og tað sæst eisini á bilinum, sum var árendur, at hann hevur fingið skaða - men hann er lítil kortini.

Men nú vil løgreglan so fegin hava, at hesin ungi bilførarin setir seg í samband við tey, so at tey fáa greiði á fløkjuni.

Løgreglan sigur, at talan er rætt og slætt um eina misskiljing og ikki um, at nakar er rýmdur undan einum óhappi.