Vilja hava borgarstjórar í Føroyum at gera sum í Danmark

Hetta er til stóran ampa hjá fólki og tí heita tey á borgarstjórarnar kring landið um at taka hetta í álvara

Áki Bertholdsen
14. apríl 2023 kl. 00:29

Felagsskapurin, Heimafriður, heitir enn einaferð á føroyskar borgastjórar og politikarar sum heild, um at taka óljóð í størri álvara og gera munagóðar broytingar.

Tað sigur Heimafriður í skrivi í kvøld.

Og tey vóna, at borgarstjórarnir í føroysku kommunum fara at gera sum danskir borgarstjórar hava gjørt. Teir donsku borgarstjórarnir hugsa meiri um fólki, og um samfelagsligu ágóðarnar av at minka um óljóð, sigur felagsskapurin.

Tað, tey sipa til, er, at nú hava tólv danskir borgarstjórar hava fólkatingið upp í leikin fyri at minka um óljóð frá ferðsluni á motorvegnum.

Danmarks Radio veit at siga, at nú hava teir 12 borgarstjórarnir í kommunum á Keypmannahavnar leiðini, sent fleiri ráðharrum bræv við eini áheitan um, at seta hámarksferðina á ávísum motorvegum niður á 80 kilometrar um tíman. 

Endamálið er eittans og tað er at bøta um heilsuna og trivnaðin hjá fólki. Meira enn 100.000 húsarhald í kommunum á leiðinu við Keypmannahavn, eru tyngd av larmi frá ferðsluni á motorvegunum. Nógv av teimum, ið har búgva eru í vanda fyri at fáa blóðtøpp og strongd. 

 Ein greining, sum verkfrøðifyritøkan, MOE, hevur gjørt fyri tær 12 kommununar, bendir á, at 27.000 húski færri fara at verða rakt av óljóði, verður ferðin á vegunum sett niður. Samstundis vil CO2 útlátið minka 3 - 4 prosent. 

Tað fer at taka nakað longri hjá fólki at koma fram, men borgarstjórarnir halda, at størri dentur eigur at verða lagdur á samfelags-fíggjarligu úrslitini av at seta ferðina niður, heldur enn virðið í at koma skjótari fram. 

 – Í Føroyum eru eingir motovegir, men undirstøðukervið í Føroyum elvir tó til júst somu trupulleikar, sum í Danmark,sigur Heimafriður.

Tey siga, at tað er ikki lagt upp fyri trivnaði og heilsu hjá fólki, tá ið samfelagið verður bygt út við landsvegum og havnaøkjum.  

– Føroyar eru eitt oyggjasamfelag, við havnaløgum tætt uppat bústaðarøkjum. Larmandi virksemið á havnaløgunum hevur álvarsamar avleiðingar fyri nógv fólk í Føroyum, sigur felagið. 

 – Sum bæði WHO og serðfrøðingar gera vart við, skal óljóð takast í nógv størri álvara enn higartil. Tískil  mugu vit laga útbyggingina av samfelagnum til støðuna, sigur Heimafriður. 

– Tíbetur eru nógvir møguleikar at betra um støðuna til frama fyri trivnað og heilsu, sum vit harafturat fáa umhvørvisligar batar burturúr, sigur Heimafriður.