Vilja hækka ríkisveitingina úr Danmark til Føroya

Eftir orðingunum í samgonguskjalinum er tað rætt at hækka ríkisveitingina aftur, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Áki Bertholdsen
18. desember 2023 kl. 12:23

Nú eigur ríkisveitingin at verða hækkað aftur. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, og formaður floksins.

Samgongan hevur sett sær fyri at lækka ríkisveitingina 25 milliónir um árið og tað verður hon aftur lækkað næsta ár.

Og tað hevur Sambandsflokkurin eisini lagt uppskot fyri Løgtingið um, nú Løgtingið er í ferð við at avgreiða fíggjarlógina fyri næsta ár.

Men Bárður á Steig Nielsen staðfestir, at tað stendur eisini í samgonguskjalinum, at »um búskaparliga støðan broytist, og vøksturin verður negativur, verður ætlanin endurskoðað«.

Hann sigur, at út frá tí, búskaparráðið førir fram, verður búskaparvøksturin negativur næsta ár.

Tískil vil hann hava at vita frá løgmanni, um nøkur ætlan er um at gera álvara av orðingini í samgonguskjalinum um at endurskoða ríkisveitingina.

Bárður á Steig Nielsen vísir á, at hevði ríkisveitingin ikki verið lækkað í ár, og næsta ár, høvdu vit havt 50 milliónir til vælferð næsta ár og so hevði tað ikki verið neyðugt at skerja stuðulin til heilivág, og annað.

Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, tekur fult undir við, at ríkisveitingin verður minkað. Men hann setir hart upp á, at vit fáa eina fíggjarliga uppgerð ímillum Danmark og Føroyar og tað er ein uppgerð, sum skal vísa, hvør tað nú er, sum fær mest burtur úr ríkisfelagsskapinum, um tað eru vit, sum skylda dønum nakað, ella um tað í roynd og veru eru danir, sum standa í skuld til okkum.