Nú fáa kommunurnar kring landið heimild til at áseta bústaðarskyldu á hús og íbúðir í kommununi.
Tað er greitt, nú Rættarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt uppskotið, landsstýrið hevur lagt fyri Løgtingi um bústaðarskyldu.
Men heimildin at áseta bústaðarskyldu verður bara galdandi fyri nýggjar útstykkingar, og fyri hús, sum kommunan eigur, og selur.
Sostatt kann bústaðarskylda ikki verða lýst á hús og íbúðir, sum longu eru bygd.
Viðgerðin í Rættarnevndini vísir, at hetta er eitt uppskot, sum tey í samgonguni eru samd um.
– Samstundis sum stórur tørvur er á bústøðum, standa túsundtals hús tóm, staðfesta tey.
Tí skal eitt krav um bústaðarskyldu forða fyri, at hús fara at standa tóm, ella bara verða brúkt til frítíðarleigu í grannaløgum, sum ein kommuna annars ætlar sær at útstykkja til bústaðir.
– Hetta er ein liður í ætlanunum hjá samgonguni at bøta munandi um møguleikarnar at seta búgv í landinum, siga umboðini fyri samgonguna í Rættarnevndini.
Tey siga, at tað er staðfest, at hesi seinastu árini er talið á bústøðum, ið bara verða brúkt til at leiga til ferðafólk, nógv økt. Samstundis er tað líkt til, at hús og íbúðir verða keyptar, bara við tí fyri eyga at leiga út til ferðafólk.
– Í summum førum er talan um bústaðir, ið ikki eru hóskandi til fastan bústað, men í fleiri førum kundi talan verið um eitt heim hjá eini barnafamilju, siga tey.
Og hetta hendur samstundis sum tað er ringt hjá fólki, ið vilja búgva í landinum, at fáa tak yvir høvdið.
Hetta loysir hetta ikki trupulleikan við húsum, ið longu standa tóm. Men nú fer at bera til hjá kommunum at stykkja út til livandi grannaløg, har barnafamiljur, og onnur, kunnu trívast og skapa sær teirra heim, siga umboðini fyri samgonguna.
– Vit hoyra ofta um »spøkilsis-grannaløg« ella myrk grannaløg, har fleiri av húsunum standa tóm og myrk árið runt. Tað ávirkar trivnaðin hjá teimum, ið búgva har, og tað dregur ikki eins nógvar tilflytarar til bygdir og býir.
Missa ikki ræðisrættin
Í hesum sambandi hevur verið ført fram, at hetta er at gera seg inn á privata ognarrættin hjá fólki og at nú fara fólk at missa ræðisrættin á sínum egnu húsum.
Hesum afturvísa tey í samgonguni.
– Hetta er ikki rætt, tí hetta er bara galdandi fyri nýggjar útstykkingar. Tað vil siga, at tey, ið ogna sær hús í hesum útstykkingum, vita at bústaðarskylda er í økinum, áðrenn tey keypa húsini.
– Tað er neyðugt, at vit skipa okkara bústaðarmarknað greiðari við tí fyri eyga, at tað skal vera liviligt hjá ungum familjum at liva og virka, sigur samgongan.
Samstundis verður forðað fyri spekulatión, har fólk og feløg keypa ognir, einans við vinningi fyri eyga, siga tey.
Tey leggja eisini dent á, at kommunur eiga at fáa heimild til at tryggja at tær fáa nakað burtur úr íløguni tær gera í at útvega grundstykki til fólk, sum vilja búgva í kommunini.
Tað merkir, at íløgan skal tæna sínum endamáli, og ikki enda sum ein íløga í myrk grannaløg, ella summarhúsøki.
Hinvegin heldur andstøðan, at hetta fer at gera størri skaða enn gagn. meiri um tað um eina løtu