Vilja avmarka spjaðingina av kjarnorkuvápnum

Tey fimm almennu kjarnorkulondini komu í dag við einari fráboðan, har tey siga seg vilja avmarka spjaðingina av kjarnorkuvápnum

Leif Láadal
3. januar 2022 kl. 16:50

Fráboðanin, sum kjarorkulondini Frakland, Stórabretland, USA, Russland og Kina komu við í dag, ljóðar soleiðis: ”Vit vilja kunngera, at tað ongantíð vil vera nakar vinnari av einum kjarnorkukríggi, og tískil skal eitt slíkt ongantíð setast í gongd”.

Tíðindastovan Ritzau skrivar, at fráboðanin er send frá russisku forsetaskrivstovuni. Lagt verður afturat, at tey fimm londini eru samd um, at kjarnorkuvápn – so leingi tey finnast – bert skulu hava eina verjufremjandi ávirkan, berja niður vreiði og tryggja, at tað ikki verður kríggj.