Sum vit skrivaðu í áðni, fær Als nógvar pengar í kassan tí tað er so nógv arbeiði í Føroyum. Hinvegin fer lítið úr kassanum aftur tí arbeiðisloysið er lítið og einki.
Hetta hevur verið støðan nú í nógv ár og úrslitið er, at nú hevur Als eina egniogn upp á yvir 1,3 milliardir. Tað merkir, at ALS klárar at standa ímóti einum arbeiðsloysi upp á átta prosent í samfull átta, ella níggju, ár.
Nú roknskapurin er lagdur fram, staðfestir stýrið fyri Als, at gongdin seinastu nógvu árini hevur gjørt, at tað hevur borið til at lækka ALS-gjaldið í fleiri umførum. Endamálið er, at Als skal ikki krevja meiri inn í gjaldi enn neyðugt.
Seinast, inngjaldið til Als lækkaði, var 1. januar, tá ið tað lækkaði úr einum prosenti, niður í 0,8 prosent.
Og nú hevur stýrið fyri Als aftur heitt á Landsstýrið um aftur at lækka ALS-gjaldið á nýggjárinum. Í hesum umfari hava tey mælt Landsstýrinum til at gjaldið verður lækkað úr 0,8 prosentum, sum tað er nú, niður í 0,6 prosent.
Lækkingarnar merkja, at tilsamans fer inngjaldið til Als at verða umleið 100 milliónir minni í ár enn tað var í fjør, og næsta ár fer tað at verða uppaftur 100 milliónir minni.