Vildu hava ókeypis fýrverk at skjóta í morgin

Innbrot hevur verið í Havn eftir fýrverki - og fongurin var góður

Áki Bertholdsen
30. desember 2023 kl. 09:16

Í gjáramorgunin varð ringt til løgregluna at boða frá, at innbrot hevði verið í eina bingju við fýrverki. Hetta var ein bingja, sum stóð í vesturbýnum í Havn og løgreglan sigur, at tjóvarnir hava stolið fyrverk fyri einar 9.000 – 10.000 krónur.

Løgreglan hevur verið á staðnum og gjørt ymsar tekniskar kanningar, og tey siga, at tey hava funnið ymisk, sum tey nú fara at kanna gjølligari. 

Annars sigur løgreglan, at tað hevur verið heilt friðarligt. Tey hava gjørt nakað burtur úr at kanna ferðsluna, men allir bilførarar vóru edrúir.