Vil hava tøl á borðið um verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum

Avleiðingarnar eru ikki serliga sjónligar, heldur løgtingsmaður

Áki bertholdsen
13. november 2023 kl. 08:36

Hvørjar ítøkiligar avleiðingar fer verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum at hava fyri sjúkrahúsini og fyri sjúklingarnar.

Tað vil Erling Eidesgaard, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi nú hava greitt at vita. Tí hevur hann nú biðið Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum, um at leggja tølini á borðið fyri, hvørjar avleiðingar, verkfallið fer at hava í longdini. Hann vil eisini hava at vita, hvussu nógv bíðilistarnir til skurðviðgerðir og útgreiningar, leingjast fyri hvønn dag, verkfallið varar.

Og so vil hann eisini hava at vita um landsstýriskvinnan hevur tryggjað sær, at lív og heilsa ikki kemur í vága orsakað av teimum avleiðingum, verkfallið fer at hava við sær í longdini.

Hann vísir á, at hóast sjúkrarøktarfrøðingarnir eru í verkfalli, hevur Løgtingið lóggivið fleiri av teimum aftur til arbeiðis. fyri at tryggja, at bráðneyðugt virksemi ikki liggur lamið, so at lív og heilsa ikki er í vága.

Hinvegin hevur alt annað virksemi, sum ikki er bráðneyðugt, nú ligið lamið í seks viku. Men hann heldur, at tað er ikki serliga sjónligt, hvørjar avleiðingar hetta í roynd og veru fer at fáa. Og hann heldur, at tað er sum um at folk als ikki hugsa um hesi viðurskifti.

Men avleiðingin er, at skurðviðgerðir, ið ikki eru bráðneyðugar, eitt nú ortopediskar skurðviðgerðir at skifta mjadnar og knø, men eisini nógv annað, verða ikki gjørdar í løtuni, men verða útsettar so at bíðilistarnir leingjast.

Margit Stórá skal svara spurningunum í seinast lagi mitt í næstu viku.