Føroyingar eiga eisini at fáa møguleikan at flyta pengar við mobilepay. Tað heldur Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin.
Tí hevur hann nú spurt Høgni Hoydal, landsstýrismann vinnumálum hvussu støðan er á hesum øki. Sostatt spyr hann landsstýrismannin um hann veit um Mobilepay, ella ein líknandi skipan, er á veg til Føroyar.
Hann spyr eisini um nakrar løgligar forðingar er fyri, at fáa mobilepay ella ein líknandi loysn, til Føroyar, ella um nakrar aðrar forðingar eru, Hann spyr eisini um føroyingar uttanlands kunnu brúka mobilepay við eini føroyskari bankakontu.
Løgtingsmaðurin vísir á, at mobilepay er blivin ein fastur partur av gerandisdegnum hjá dønum.
– Teir kunnu lættliga flyta pengar við mobilepay - í roynd og veru er tað líka lætt sum at senda eitt sms, og pengarnir koma fram eftir nøkur fá sekund.
– Hetta ger gerandisdagin hjá dønum munandi lættari, serliga hjá privatfólki og smærri vinnurekandi, sigur Steffan Klein Poulsen.
– Fyri at seta tað inn í ein føroyskan samanhang, vildi ein slík loysn lætt nógv um hesar støðurnar: Tá ið 8-10 spælarar skulu rinda fyri tíman í ítróttarhøllini, tá ið ein skal keypa okkurt frá einum sølubási á einum marknaðardegi, ella tá ið vinabólkurin skal rinda fyri matin á matstovuni, sigur løgtingsmaðurin.