Hóttanin úr Russlandi um seta bann fyri innflutningi av fiski úr Føroyum, eigur av álvara at fáa ávaringarklokkurnar í rikisfelagsskapinum at ringja. Tað heldur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, sigur DR.
Hann sigur, at gera russarar álvara av hóttanini, eigur danska stjórnin at gera meiri fyri at hjálpa Føroyum at fáa eina betri handilsavtalu við ES.
Hann sigur við DR, at tað er bráðneyðugt, at vit fáa betri sømdir á øðrum marknaðinum og hann heldur, at nú er stundin komin til at politisku myndugleikarnir í Føroyum og í Danmark leggja størri dent á at útvega føroyingum eitt veruligt alternativ til tann russiska marknaðin.
Hann sigur, at verður tað hesar næstu vikurnar, at Russland bannar innflutningi úr Føroyum, eru tað stórar nøgdir av føroyskum fiski, sum so skal á aðrar marknaðir, sigur hann við DR.
Hann sigur, at eitt slíkt útfæutningsbann fer at raka føroyska búskapin hart, serliga uppsjóvarvirkini.
Men sum støðan er nú, er ein tollmúrur ímillum Føroyar og ES og tí sleppa føroyskar vørur ikki á ES marknaðin og Sjúrður Skaale sigur, at Føroyar er tað landið í Evropa, sum hevur vánaligastu atgongd til ES-marknaðin.