Er tað bíligari at lata Landsverk gera tunlar, ella er tað bíligari at bjóða teir út til privar fyritøkur at kappast um? Tað skal Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, greiða Løgtinginum frá.
Í heilt gomlum døgum var tað eitt sjakk hjá Landsverki, sum gjørdi tunlar kring landið. Men síðani varð mannagongdin broytt so at alliar tunlar skuldu bjóðast út til privatar arbeiðstakarar at kappast um.
Men tá ið Henrik Old var landsstýrismaður í samferðslumálum, endurreisti hann tunlasjakkið hjá Landsverki við tú endamáli at gera tunlar til nøkur smápláss. Fyrsta arbeið var at gera tunnilin til Dals, og tað liggur í kortunum, at tann næsti tunnilinm sjakkið skal bora, skal vera tann til Tjørnvíkar. Ætlanin er eisini at gera ein til Gjáar.
Hetta er fallið Arbeiðsgevarafelagnum fyri bróstið, tí tey hava ført fram, at tað er bíligari at bjóða tunlar út, heldur enn at lata Landsverk gera teir. Tí mæla teir til, at tunlasjakkið verður niðurlagt aftur og at allir tunlarnir verða bodnir út.
Hinvegin tvíhelt Henrik Old um, at tað er væl bíligari at lata Landsverk gera tunlarnar, tí Landsverk skal ikki hava nakran vinning.
Men nú vil Erling Eidesgaard, tingmaður fyri Tjóðveldi, hava greiði á hesum tvídráttinum og tí biðjur hann nú Dennis Holm leggja tølini á borðið.
Í hesum sambandi hevur hann biðið landsstýrismannin greiða frá, hvat Dalstunnilin, sum Landsverk hevur borað, hevur kostað at bora fyri meturin - við høvd og gørnum.
Og samstundin skal landsstýrismaðurin greiða frá, hvat tunlarnir Norður um Fjall, sum vórðu bodnir út, hava kostað at bora fyri meturin.
Eitt endamál við tunlasjakkinum kann vera at drýggja arbeiðið, og sostatt eisini útreiðslurnar, yvir fleiri ár. Men er tað endamálið, spyr Erling Eidesgaard eisini um landsstýrismaðurin ætlar at kanna, um tað ber til at bjóða arbeiði út í fríari kapping, har tað er ein fortreyt, at arbeiðini verða drýggjað yvir fleiri ár.
Løgtingsmaðurin sigur, at hevur Arbeiðsgevarafelagið rætt, høvdu vit kunnað borað Dalstunnilin fyri minni enn tað hann kostar nú.
– Ætlanin er, at tunnilstoymið í næstum skal fara undir at bora Tjørnuvíkartunnilin. Tí er umráðandi at vita, um hetta veruliga er tann fíggjarliga besti mátin, sigur Erling Eidesgaard.