Tað er javnan og savnan, at gølur taka seg upp um bankar í grannalondum okkara, sum hava verið brúktir til at hvítvaska ólógligare pengar.
Og nú vil Liljan Weihe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hava at vita, hvussu støðan er her á landi á hesum øki.
Tí hevur hon biðið partamanning í landsstýrinum, Høgni Hoydal, landsstýrismann í vinnumálum, greiða frá støðuni.
Í hesum sambandi spyr hon landsstýrismannin, hvussu nógv mál um hvítvask, føroysku peningastovnarnir hava meldað til løgregluna hesi seinastu fimm árini.
Hon vil eisini hava at vita, hvørjum vinnugreinum, møgulig hvítvasking hevur verið í, og hon spyr somuleiðis hvussu nógv av hesum málum, løgreglan hevur kannað, og hvussu nógv av hesum málið eru endað við sakarmáli.
Somuleiðis vil Liljan Weihe hava at vita, hvussu leingi løgreglan í Føroyum hevur um at viðgera slík mál, samanborið við løgregluna í Danmark.
Liljan Weihe sigur, at ES reglur um hvítvask verða javnan settar í gildi í Føroyum. Men í eini frágreiðing hjá donsku løgregluni er ein niðurstøða, at tað er stórur vandi fyri, at Føroyar verða brúktar í sambandi við hvítvask.
– Danska fíggjareftirlitið hevur eisini biðið føroyskar peningastovnar um at kanna mannagongdir og innanhýsis eftirlit fyri at fyribyrgja hvítvask og fyri at fyribyrgja at yvirgangur verður fíggjaður.