Tað eru ábendingar um, at summi tjena pengar upp á, at Føroyar hava útihýst russiskum skipum úr føroyskum havnum.
Tað hevur ljóðað, at norðmenn rættiliga gera sær dælt av tí, at Føroyar hava útihýst russiskum skipum. Tað gera norðmenn við at lata russisk skip bunkra olju frá norskum skipum á víðum havi.
Tað staðfestir Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, og nú hevur hann beinleiðis send norsku stjórnini ein formligan fyrispurning um tað passar.
Ein frágreiðing um støðuna bendur á, at russisk skip, sum áður bunkraðu í føroyskari havn, nú fáa olju frá norskum skipum.
Og nú hevur Sjúrður Skaale, ígjøgnum Norðurlandaráðið, beinleiðis spurt norsku stjórnina um hann kann vátta, at norsk tangaskip hava latið russiskum skipum olju á víðum havi síðani 24. februar – og um hetta virksemið hevur verið í vøkstri síðani 12. juli í ár, tá ið føroysku havnirnar vórðu stongdar.
Sjúrður Skaale spyr eisini norsku stjórnina, hvussu nógv norsk skip, og russisk skip, eru við í hesum virksemi – um so er, at nakað slíkt virksemi er.
Er nakað slíkt virksemi, vil Sjúrður Skaale eisini hava at vita um hetta er í stríð við norsku støðuna til Russland, ella um tað er ein roynd at snúgva sær uttan um norsku støðuna á økinum.