Eftir fleiri ár við stórum fólkavøkstrið, eru pílarnir nú farnar at vísa niður eftir. Tað flyta fleiri føroyingar úr Føroyum enn tað flyta til landið og tað er rættiliga langt síðani, at tað vera so fá børn fødd, sum tað verða nú.
Og nú vil Annika Olsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hava at vita frá Akseli V. Johannesen, hvat hann ætlar at gera við tað.
Í hesum sambandi vil hon hava at vita um ætlanin er at gera eina nýggja heildarætlan um fólkavøkstur, og um so er, nær tað arbeiðið skal vera liðugt.
– Fólkavøkstur og búskaparvøkstur hanga neyvt saman, og tí er tað umráðandi, at vit áhaldandi tryggja, at hesin fólkavøkstur heldur fram, sigur Annika Olsen.
Hon sigur, at hesi seinastu árini hevur stórur fólkavøkstur verið í Føroyum, men tað eru greið tekin um, at nú er hann ikki líka stórur longur.
– Hetta sæst í tí fellandi burðaravlopinum. Burðaravlopið, sum er munurin ímillum fødd og deyð, er tað lægsta síðan 2004. Í 2004 var burðaravlopið upp á 300, men nú er tað 161.
Somuleiðis eru tekin at síggja millum tey ungu, at tey í størri mun vilja sleppa av landinum at lesa.
Í kanning, sum Glasir gjørdi í vár, vísti tað seg, at 60 prosent av teimum ungu vilja sleppa av landinum at lesa eftir lokið prógv.
Tá ein so stórur partur av okkara ungdómi vil sleppa av landinum at lesa, er vandi fyri, at ein stórur partur ikki kemur heim aftur eftir loknan lesnað.
Harumframat hava vit eitt skeiklað kynsbýti, tí vit mangla yvir 2.000 kvinnur í føroyska samfelagnum.
Í 2013 gjørdi tásitandi landsstýri eina heildarætlan sum kallaðist Fólkafráflyting og fólkavøkstur. Endamálið var at seta tiltøk í verk, sum kundu gera Føroyar meira lokkandi at búgva í.
Annika Olsen sigur, at í dag síggja vit tíverri nøkur av teimum somu teknunum, sum vit sóu í 2013, og tí ræður um at bera skjótt at, soleiðis at tiltøk kunnu setast í verk fyri at bøta um støðuna í áðrenn tað vindur upp á seg.
At tryggja framhaldandi fólkavøkstur hevur eisini týdning fyri fíggjarliga og búskaparliga haldførið hjá landinum, sigur løgtingskvinnan.